25-01-2010

Alment tiltak um ættleiðing mikukvøldið 27. januar kl. 19

Mikukvøldið 27. januar skipar Ættleiðingarfelagið fyri einum sera áhugaverdum tiltaki í Miðlahúsinum fyri familjum ið fara ella hava ættleitt og øðrum áhugaðum.

Byrjað verður við, at umboð fyri Ríkisumboðið tosa um reglur, rætt og viðurskifti annars viðvíkjandi ættleiðing í Føroyum. Síðani verður stuttur steðgur til kaffi og prát. Eftir steðgin koma umboð fyri Gigni, at tosa um heilsufrøðilig viðurskifti viðvíkjandi ættleiðing í Føroyum.

Tiltakið, sum er alment og ókeypis, verður mikdagin 27. januar klokkan 19:00 í Miðlahúsinum.

Ríkisumboðið er myndugleikaparturin á økinum, sum millum annað hevur til uppgávu at kannað og góðkennað ættleiðingarforeldur .

Gigni arbeiðir dagliga við at veita heilsufrøðiliga tænastu til smábarnafamiljur eins og til skúlabørn/tannáringar.




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300