05-02-2014

Spæla á búkinum – sova á rygginum

Í nógv ár hava Sundhedsstyrelsen og heilsufrøðingar tilrátt, at pinkubørn eiga at sova á rygginum og ikki á búkinum. Henda tilráðing er enn galdandi og, hevur til endamál at fyribyrgja vøggudeyða.

Av tí at skallin hjá pinkubarninum er so bleytur, er hann eisini lættur at forma, um barnið liggur mest á einari síðu við høvdinum. Nógv børn venda ikki høvdinum so ofta, tá tey sova á rygginum og, tí síggja vit í dag nógv børn við skeivum skalla (kranie) eins og við flatum nakka. Tað er tí sera týdningarmikið, at foreldur beinanvegin, frá tí at barnið er komið til verðina hugsa um, at venda høvdinum hjá barninum skiftivís til høgru ella til vinstru, tá barnið verður lagt at sova. Hetta fyri at fyribyrgja, at skallin gerst skeivur ella nakkin verður flatur.
Eisini er týdningarmikið at hugsa um, at børn ofta venda sær móti foreldrunum ella t.d. móti ljósi og tí, er vert at hugsa um, hvussu børnini liggja, t.d. í mun til hvar foreldrini eru/liggja.


Spæla á búkinum!

Pinkubørn skula altíð sova á rygginum, men tað er sera týdningarmikið fyri rørslumenningina hjá barninum, at barnið liggur sum mest á búkinum tá tað er vakið. Hetta fyri, at barnið kann styrkja sær nakka- og hálsvøddarnar, umframt, at sum barnið gerst eldri og mennist, so hevur tað stóran týdning, at barnið liggur á búkinum, tí stóra rørslumenningin hendir frá búkleguni.

Ven tí barnið til at liggja á búkinum, so nógv sum møguligt, tá tað er vakið!

- Tað styrkir vøddarnar hjá barninum í nakkanum, akslunum og rygginum

- Tað stimbrar tí náttúrligu rørslumenningini hjá barninum, so tað gerst lættari hjá barninum at halda høvdinum, venda sær runt, aka á gólvinum og seinni at grulva

- Tað styrkir armvøddarnar hjá barninum

Tá barnið liggur á búkinum, er onki trýst á tann bleyta skallan og tí, fyribyrgir tað eisini, at skallin gerst skeivur.

Góð ráð so tú fært barnið at liggja á búkinum!

- Ven barnið til at liggja á búkinum frá fyrsta degi eftir føðing.

- Legg hondina á rumpuna hjá barninum og legg albogarnar hjá barninum tætt inn at kroppinum, so verður tað lættari fyri barnið at lyfta høvdið upp.

- Legg barnið á búkin hjá tær (búk móti búk) tá tit bæði eru vakin. Barnið elskar at hava samband og verður eggja til at lyfta høvdið fyri, at hyggja eftir tær. Sambandið við mammu ella pápa er tann størsta motivatiónin hjá lítla barninum til at mennast.

- Legg barnið á búkin, t.d. á skiftiborðinum ella á songini. Ver frammanfyri barnið í eygnahædd. Hav eygnakontakt og samskift við barnið við smíli og ljóðum/práti.

- Legg teg á búkin á gólvinum frammanfyri barninum og hav samband við barnið við at práta, syngja o.s.fr.

- Rulla barnið á búkin hvørja ferð blæan er skift.

- Brúka leikur, ljós og ljóð, so barnið heldur, at tað er spennandi og stuttligt at liggja á búkinum.

Hugsa um, at tað er betri fyri barnið at liggja styttri løtur men ofta gjøgnum dagin á búkinum, enn langar løtur nakrar fáar ferðir um dagin!




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300