19-05-2011

Bróstamjólk og alkohol

Um tú gevur bróst, er tað skilagott at vita eitt sindur um alkohol, og hvussu langa tíð alkohol hevur at verða útskilt í bróstamjólkina.

Ert tú úti og etur, ella skal tú hava vín til matin, ja so er neyðugt at hugsa seg væl um og møguliga fyrireika løtuna væl.


Konsentratiónin av alkoholi í móðurmjólkini er hin sama, sum í blóðinum.

Alkohol verður útskilt í móðurmjólkina, soleingi alkohol er í blóðinum.

Drekkur tú alkohol, fer alkoholið beinleiðis í bróstamjólkina.

Mjólkin, sum verður framleidd, inniheldur alkohol, líka leingi sum tú hevur alkohol í blóðinum.

Alkohol verður niðurbrotið seinni hjá kvinnum enn hjá monnum, hetta tí at kvinnur hava minni av enzyminum alkohol-dehydrogenese í magasekkinum. Umleið 15-20 minuttir eftir, at ein hevur drukkið alkohol, er konsentratiónin hægst, bæði í blóðinum, eins og í bróstamjólkini.

Tá tú gevst at drekka, fellur konsentratiónin í blóðinum og eisini í bróstamjólkini.

Hvussu skjótt nøgdin av alkoholi fellur í bróstamjólkini, er m.a. tengt at, hvussu nógv tú vigar. Vanlig leiðregla er, at jú meira ein vigar, skjótari skilir ein alkoholið út.

Tildømis verður ein snapsur mettur at vera útskiltur aftaná 2 ½ tíma, um tú vigar 65 kg. Men hetta er tó sera individuelt.
 

Fakta um bróstageving og alkohol

• Koncentratiónin av alkoholi er eins í blóði og í bróstamjólk

• Alkohol kann geva barninum alkoholskaðar, promillu lágmarkið fyri alkoholskaðar hjá bróstabarninum eru enn óviss

• Alkohol ávirkar mjólkaframleiðsluna, minkar um framleiðsluna og ger at mjólkin ikki rennur so væl

• Barnið eigur ikki at fáa bróstamjólk fyrr enn 2-3 tímar aftaná, at ein hevur tikið ein snaps

• Tað ber til at mjólka út, tildømis dagin fyri, um tú velur at drekka eitt glas av víni eitt kvøld.

Alkohol ávirkan nýfødda barnið minni enn ófødda barnið

Hóast títt nýfødda barn er minni ávirkið av alkoholi, enn ófødda barnið, so er títt nýfødda barn sera viðkvamt fyri árinunum av alkoholi. Vit kenna enn ikki niðasta markið fyri skaðaárin, men uttan iva, so er hetta mark sera persónstengt.

Sundhedsstyrelsen mælir tí til, at tú ert fráhaldandi/afturhaldandi við alkoholi, tá tú gevur barni tínum bróstamjólk.

Men velur tú at drekka alkohol og gevur bróst, so ger hetta við størsta umhugsni, soleiðis at barnið ikki verður útsett fyri at fáa bróstamjólk við alkoholi.

Hvat kanst tú gera

Tú kanst lata verða við at geva bróst í 2-3 tímar, fyri hvønn snaps tú hevur drukkið. Á hendan hátt ber til at fyribyrgja, at barn títt verður útsett fyri at alkohol.

Um tú tildømis tekur 3 snapsir, eigur tú at bíða í 6 – 9 tímar við at geva barni tínum bróst.

Ein møguleiki er, at tú gevur barni tínum bróstamjólk, sum tú hevur mjólkað út.

Tað hevur alstóran týdning, at barnið fær alkoholleysa mjólk.



Kelda:
Sundhedsstyrelsen, Amning – håndbog for sundhedspersonale 2009




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300