11-06-2010

Sukur ikki staðfest orsøk til Typu-1 diabetis

Tað eru ongi granskingarúrslit sum staðfesta, at børn, sum eta meira sukur, fáa týpu-1 Diabethes.

Samanfallið ímillum mongdina av lættupploysiligum kolhydratum og Typu-1 Diabethes hjá børnum er ikki staðfest, siga í dag fleiri av fremstu serfrøðingunum innan Typu-1 Diabethes, eftir tíðindini í donskum og føroyskum fjølmiðlum.

Peter Rossing, granskingarstjóri við granskingarmiðstøðina, Steno Diabethes í Gentofte, sigur millum annað, at góðgæti og sodavatn økja ikki um vandan fyri, at eitt barn útviklar Typu-1 Diabethes. Hví børn fáa Typu-1 Diabethes er enn eitt loyndarmál.

Talið av børnum í Danmark, við Typu -1 Diabethes, er tó hækka, seinastu 10 árini.

Seinastu úrslitini av kostkanning, sum DTU Føðivaruinstituttið hevur gjørt, vísir, at nøgdin av sukurinnihaldi í matinum hjá dønum, er nógv minka.seinastu árini.

Nýtslan av sukur, kann ikki forklára økta talið av børnum við Typu-1 Diabethes. sigur eisini yvirlæknin Birgitte Hertz, sum eisini er leiðari fyri Den danske Studiegruppe, fyri Diabethes kost hjá børnum og ungum.

Somuleiðis undrast eisini Allan Flyvbjerg, professari í Diabethes, við Århus Universitet, á nýggju tíðindini um sukur og Typu-1 Diabethes.

Hesir serfrøðingar vísa á, at enn er ongin gransking, sum higartil hevur staðfest, at børn, sum eta meiri sukur enn onnur, fáa Typu-1 Diabethes.

Nevndu Diabethes granskarar, eru tí ósamdir á málið, viðvíkjandi kunning fra Bartholin Instututtinum.

Typa-1 Diabethes, er staðfest at vera viðfødd sjúka og kann eisini vera arvalig.

Typa-2 Diabethes er hinvegin ein íkomin, ofta lívsstíl sjúka, sum ein kann útvikla, serstakliga um ein etur sukur í slíkum nøgdum, at búkspýttkertilin, sum framleiðir insulin, verður strongdur og við tíðini ikki verður førur fyri, at framleiða ta nøgd av insulini, sum viðkomandi hevur tørv fyri, alt í mun til hvussu stórt innihaldi av sukur og feitt er og hvussu nógv persónurin rørir seg.

Hetta merkir, at tað er grundleggjandi munur á orsøk til, at eitt barn fær Typu-1 Diabethes og at eitt barn fær Typu-2 Diabethes.

Tó er at viðmerkja, at tilvitannin hjá foreldrum og eisini hjá børnum um, at avmarka nøgdina av sukur og feitt i mati og røra seg, fær hesi, í nógv størri mun, at taka heilsugóð val.


Leinkja: Kann sukur geva Typu-1 diabetis



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300