17-06-2019

Inn- og útskúlakanning hjá heilsufrøðingum sett í verk

Heilsufrøðingar eru nú í holt við at gera innskúlakanning av teimum børnunum, sum byrja í 1. flokki komandi skúlaár. Hetta er ein kanning, sum kommunulæknarnir hava gjørt áðrenn. Avbjóðingin hevur verið, at tað hava verið alt ov fá, sum hava tikið av hesum tilboðnum um fyribyrgjandi heilsukanning við skúlabyrjan. Í 2018 vóru tað bara 9% av børnunum í 1. flokki, sum tóku av hesum tilboðnum. Gigni væntar við hesum, at øll børn framyvir verða heilsukannað. Heilsufrøðingurin innkallar til kanningina, sum fer fram á skúlunum.

Heilsufrøðingar hava í nógv ár innskúlað 1. floks børn. Nú er hendan innskúlingin víðka til at kanna nøkur heilsuviðurskiftir hjá barninum afturat. Vit kanna t.d. sjón, hoyrn, vekt og hædd. Ryggur og kroppsstøða hjá barninum verður eisini kannað, umframt rørslu og sansamenningin. Eisini verður mett um málsligu menningina hjá barninum, og hvussu barnið megnar samskiftið við onnur.

Í heyst fara heilsufrøðingarnir undir at gera útskúlakanning av øllum 9. floks næmingum. Hetta er somuleiðis ein kanning, sum bara kommunulæknin hevur havt heimild til at gera. Í 2018 var tað bert uml. 1% av øllum 9. floks næmingum, sum tóku av hesum tilboðnum.

Í Danmark hevur tað verið sama avbjóðing við at fáa familjurnar at taka av hesum tilboðnum. Tá heilsufrøðingarnir fyri uml. 10 árum síðani fingu heimild til at gera kanningina, vóru tað næstan allir næmingarnir, sum tóku av.

Heilsufrøðingurin hevur tætt samstarv við kommunulæknan. Tá ið einum barni bagir okkurt, verður tað ávíst víðari. Kommunulæknin hevur eisini møguleika at gera hesa kanningina.

Kunngerðin til lógarbroytingina kom í januar 2019.



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 614 000