15-04-2010

Hjúnaskilnaður – hvussu við børnunum?

Børnini fara altíð at minnast tann dagin, tá tey fingu at vita, at foreldrini skuldu skiljast.

Avleiðingarnar av hjúnaskilnaði kunnu vera nógvir og álvarsamir fyri børnini, um tey ikki verða sædd, hoyrd og viðurkend í teirra umstøðum. Tað er sjálvandi ógvuliga ymiskt, hvussu tey ávirkast av hjúnaskilnaði. Hetta er m.a. tengt at, hvussu gomul tey eru, og hvussu búgvin tey eru. Tað hevur stóran týdning, hvussu foreldini samstarva og handfara teirra ósemjur viðvíkjandi hjúnaskilnaðinum.
Hetta sigur Kari Moxnes í bókini: ”Skånsomme skilsmisser – med barnet i fokus”. Kari Moxnes er fødd í Noregi og hevur granskað í familjum og hjúnaskilnaði í 25 ár. Bókin er bygd á úrslit av hennara egnu gransking og gransking frá Norðurlondum, Evropa og USA.

Sambært John Halse, fyrrverandi formanni í ”Børns Vilkår”, eru børn í kreppu, tá foreldrini verða skild. Tvs. at teimum tørvar, at onkur er, sum tekur hond um tey og leggur oyra til teirra ørkymlan. Í eini familju, er tað vanliga foreldrini, sum hjálpa børnunum við teirra hugsan og kenslum. Men tá foreldrini standa mitt í einum hjúnaskilnaði, kann hetta vera torført fyri tey, tí støðan, tey sjálvi eru í, fyllir nógv. Tí er tað av stórum týdningi, at onnur, sum eru um børnini, bæði familja og fakfólk taka hond um tey.

Ein kanning, sum ”Børns Vilkår” hevur gjørt, vísir, at tað er ein vanligur trupulleiki hjá børnum við fráskildum foreldrum í Danmark, at tey ikki tosa um teirra trupulleikar og kenslur. Tey kenna seg einsamøll. Hendan kanningin, sum varð gjørd í 2007, vísir eisini, at 27% av børnunum høvdu ongantíð tosað við nakran um hjúnaskilnaðin hjá foreldrunum, og bert 15% av børnunum høvdu tosað um hetta við teirra lærara.

Reaktiónirnar hjá børnunum
Sambært Kari Moxnæs eru reaktiónirnar hjá børnunum tætt tengdar at, tilgongdini í hjúnaskilnaðinum. Avleiðingarnar av hjúnaskilnaðinum og gongdini aftaná kann vera ógvuliga tyngjandi fyri børnini og tey kunnu reagera ógvusliga. Foreldrini fáa kanska nýggjan maka, ímeðan børnini bara mugu tillaga seg tær nýggju umstøðurnar, sum foreldrini hvør í sær velja at skipa. Við hesum kann sigast, at tað kanska eru børnini, sum verða skild í størri mun enn foreldrini.

Sambandið við foreldrini, hevur avgerandi týdning fyri, hvønn stuðul barnið kann fáa undir hjúnaskilnaðinum. Um foreldrini eru bangin fyri at tosa um hjúnaskilnaðin, kann hetta gera barnið meira ótrygt og óttafult, sigur Kari Moxnæs. Hóast foreldrini eru í kreppu, hava tey ábyrgd fyri at vísa, at tey eru tey vaksnu, og at tey eru til staðar fyri børnini. Tað er av stórum týdningi, at børnini verða hoyrd, men tey skulu ikki taka stórar avgerðir í familjuni, tí so verður javnvágin flutt og vandi er fyri, at børnini fáa ov stóra ábyrgd fyri bæði familjuni og umstøðunum annars.

Børn 9-12 ár
Kari Moxnæs sigur eisini, at børn í 9-12 ára aldrinum gera ofta nógv fyri at troysta og ansa eftir teirra foreldrum. Børnini kunnu átaka sær leiklutin at vera foreldur við at taka ov stóra ábyrgd fyri trivnaðinum hjá teimum vaksnu. Tey eru eisini í vanda fyri at vera í eini tvístøðu, tí tey vilja vera trúgv mótvegis báðum foreldrunum, men tey kenna ábyrgd fyri at stuðla tí partinum, sum er tann veiki ella mest keddi.

Aldurin frá 9-12 ár verður vanliga kallaður latensaldurin, og tann mest vanliga reaktiónin í hesum aldrinum er, at børnini gerast kedd og ill. Av tí at hesi børnini eru meira sjálvstøðug, hava tey lyndi til annahvørt, at taka frástøðu og avbyrgja seg, ella blanda seg ov nógv uppí trupulleikarnar hjá foreldrunum. Vandi er fyri, at børnini taka trupulleikarnir hjá foreldrunum fram um sínar egnu trupulleikar. Tey skúgva við hesum sínar egnu tørvir til viks, og tað kann menna seg til psykosomatisk eyðkennir. Tey eru ov trúføst, til at seta orð á egnar trupuleikar við foreldrini og ov ung til at tosa við sínar vinir um teirra tvístøðu, í mun til skilnaðin.
Vandin er tí stórur fyri, at børnini verða strongd og ørkymlað, og tað kann vísa seg við, at tey gerast ill, aggressiv, avbyrgja seg og gera afturstig. Tó skal sigast, at hóast hetta er tann aldursbólkuin, sum reagerar týðuligast, eru tað eisini hesi børnini, sum klára seg best í longdini. Tað metir Kari Moxnæs vera tí, at tey skilja frágreiðingina hjá teimum vaksnu.

Samanumtikið
Kari Moxnæs leggur dent á, at alt hetta skal setast inn í heildina av hjúnaskilnaðinum. Tað er jú tilgongdin í hjúnaskilnaðinum, sum hevur avgerandi týdning fyri, hvussu børnini klára seg bæði undir hjúnaskilnaðinum - og seinni í lívinum.

Keldur:
Moxnæs, Kari (2004). Skånsomme skilsmisser – med barnet i fokus. Kbh.: Hans Reitzels Forlag.
Halse, John (2003). Det er børnene, der bliver skilt! (1.udgave, 1. oplag). Valby: Børns Vilkår.
Boserup, B. & Stevnhøj A.L. (2007). Skilsmissebørn – hvordan gør vi i institution og skole. Valby: Børns Vilkår.
Boserup, B. & Stevnhøj A.L. (2007). Skilsmissefamilien – gode råd og redskaber til forældre. Valby: Børns Vilkår.




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300