18-11-2016

Ansa eftir kikhosta

Kikhosti er ein sjúka, sum av og á er í umfari millum børn og vaksin í Føroyum. Sum kunnugt er sjúkan álvarslig fyri lítla pinkubarnið, serliga tey, sum enn ikki hava fingið tvær av trimum koppsetingum.

Í Gigni eru vit varug við, at kikhosti nýliga er staðfest hjá pinkubarnið og ynskja vit tí, at minna á smittuvandan og hvussu týdningarmikið tað er at fyribyrgja, at pinkubørn verða smittaði.

Tilmælt verður, at foreldur lata børnini fáa ókeypis koppsetingarnar, sum verða bjóðaðar. Barnið verður vanliga koppsett fyri kikhosta, tá barnið er 3, 5 og 12 mðr., umframt tá barnið er 5 ár. At koppseta er besta fyribyrgingin fyri kikhosta.

Vaksin og børn við krími ella hosta eiga at halda seg vekk frá pinkubørnum. Serliga teimum børnum, sum enn ikki hava fingið tvær koppsetingar fyri kikhosta.

Gott hondreinførið fyribyrgir smittu, sum verður førd víðari við kontakt. Vaksin og børn eiga tí altíð, at vaska hendurnar væl, áðrenn tey nerta við lítla barnið.

Hosta somuleiðis ikki í hondina, men inn í albogan í staðin.


Les meira um kikhosta her.



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300