19-04-2012

Kemi og ófødda barnið!

Tað ófødda barnið er serliga kensluborið mótvegis ávirkanum ið koma uttanífrá. Hetta er eisini galdandi fyri ávirkanum, ið verða elvdar av kemiskum evnum. Kemisk evnir eru ein partur av okkara lívið. Tey eru við til at gera okkara gerandisdag lættari, í flestum førum uttan at skaða okkum.

Nøkur kemisk evnir kunna tó virka hormonórógvandi og elva til ovurviðkvæmi. Tað ófødda barnið er serliga kensluborið, tí bert ein lítil mongd av kemiska evninum kann hava keðilig og/ella skaðilig árin við sær. Markið fyri nær kemiska evnið kann ávirka neiliga ella skaða ófødda barnið er til tíðir ikki kent og aloftast nógv lægri enn, um talan var um størri børn ella vaksin.

Tí er tað serliga týdningarmikið, at tú, um tú ætlar at gerast við barn ella longu ert við barn, ansar eftir, hvørji kemisk evnir tú verður útsett fyri, eins og hvussu stórum mongdum tú ert fyri dagliga. Tú eigur bæði at ansað eftir hvørji evni tú sjálv nýtur, t.d. tá talan er um kropsliga røkt, men eisini, at umhvørvið tú ert í, inniheldur so lítið sum møguligt av kemiskum evnum. Hetta t.d. við at minka um støvið í umhvørvinum, við at støva av, dustsúgva javnan og lufta út dagliga.

Fyri at tryggja teg og ófødda barnið best møguligt er týdningarmikið at:

- Tú keypir vørur, ið eru merktar við umhvørvismerkjunum Svananum ella Blómuni og sum, so vítt gjørligt, ikki innihalda parfumu ella luktievnið

- Tú støvar av og dustsýgur heima í minsta lagið eina ferð um vikuna og luftar væl út í minsta lagið tvær ferðir dagliga

- Tú minkar sum mest møguligt um kemisk evnir í tínum umhvørvi, sum t.d. máling, spray, hárliting v.m.

- Tú nýtur nógvar ymskar rávørur og etur ymiskan góðan mat hvønn dag

- Tú bert nýtir heilivág og kosttilskot í samráð við lækna. Eisini tá talan er um heilivág tú kannst keypa í hondkeyp og náttúruheilivág.

Miljøstyrelsen skipar, í samstarvið við m.o. Sundhedsstyrelsen, í hesum døgum fyri einum tiltakið nevnt Klar til storken, fyri at gera vart við vandan, ið kann elvast av kemiskum evnum. Somuleiðis verður varpa ljós á, hvussu tú sum mamma kanst ansað efir tær og barninum og vera tryggari, tá talan er um kemisk evnir og ófødda barnið.

Í samband við tiltakið, er eisini gjørd ein heimasíða, ið tú kanst hava sum app á fartelefonini, soleiðis, at tú altíð kanst sláa upp og lesa, um okkurt er sum tú yvast í.

Baby på vej? - gode råd om kemi og graviditet.


Klar til storken?

Kemisk evni og tú?

Forbrugerkemi



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300