01-10-2010

Rørlsuátak í suðri

Í dag fer stóra rørsluátakið, ið fyrr er umrøtt á Suðuroyarportalinum, av bakkastokki. Byrjað verður í Bónus á Tvøroyri, og hildið verður áfram fríggjadagin á Torginum í Vági.

Barbara Gram, heimasjúkrarøktarfrøðingur, Bodil Finnson, heimasjúkra-røktarfrøðingur, Barbara Vestergaard, heilsufrøðingur, Camilla Eið, ergoterapeutur og Mariann Johansen, heimasjúkrarøktarfrøðingur hava staðið fyri at samskipa tiltakið, og lata tær sera væl at áhuganum, ið er millum fólk og myndugleikar. Tær hava í hesum sambandið gjørt ein faldara, ið skal brúkast á rørsludøgunum. Faldarin umrøður rørslutiltøk, ið møguligt er at fara til í Suðuroynni. Tær hava eisini verið í samband við kommunurnar í oynni, og sum ein fylgja av tí, hava tær fingið tilsagnir um, at Vágs og Porkeris kommuna fara at skipa fyri gongutúrum. Tvøroyrar kommunu hevur boðað teimum frá, at har fara tey at skapa karmar kring eldrafimleik, ið væntandi verður á skránni í Trongisvági framyvir.

Hetta er eitt frálíkt høvi hjá øllum, ið stødd eru í Suðuroynni at fáa staðfest sína persónligu heilsustøðu, og fáa eitt gott prát við fakfólk.

Tiltakið í Bónus á Tvøroyri verður 14. oktobur frá kl. 13:00 til 17:00 og tiltakið á Torginum í Vági verður 15. oktobur frá kl. 13:00 til 17:00.

Skrá
Borgarin fær møguleika at læra síni virðir at kenna: Blóðtrýst, puls, blóðsukur og BMI.
Faldari verður útflýggjaður um rørslutiltøk, ið eru í Suðuroynni.
Rørsluvenjing hvønn tíma, ið hóskar væl til allir aldursbólkar.
Kunning um fólkasjúkur og fyribyrgjandi tiltøk.
Gáva verður útflýggjað (venjingarprogram og elastik)
Møguleiki verður at fáa eitt gott heilsuprát við sjúkrarøktarfrøðing og ergoterapeut.
Tær, ið fyrireika tiltakið, gleða seg til tórsdagin og fríggjadagin, og vóna, at nógv koma at luttaka. Øll eru vælkomin.




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300