17-11-2010

Børn tola ikki passiva royking

Fakta um passiva royking og børn frá 0 til 15 ár.

Tey skaðiligu evnini frá sigarettroykinum spjaða seg í luftini, og samlast í møblum, gardinum og teppum ið eru inni í rúminum har roykt verður. Tá børnini anda luftina í seg, grulva á gólvinum og røra seg í møblunum, upptaka børnini tey skaðiligu evnini.

Tann sama mongdin av sigarettroyki í einum rúmi, ger størri skaða á børn enn vaksin. Hetta tí at:
• Børn eru meira aktiv
• Børn oftari røra seg niðri á gólvinum og runt í møblunum
• Børn anda títtari í eitt minutt enn ein vaksin
• Børn hava minni likam enn vaksin

Kanningar í Danmark vísa, at í helvtini av øllum barnafamiljum er ikki “loyvt” at roykja innandura. Hjá restini av íbúgvunum er talið 30%.

Nær eru børn fyri passivari royking?

Børn tola ikki passiva royking. Tey umleið 200 skaðiligu evnini í sigarettroykinum ávirka børnini, so tey gerast meira sjúk.
Børn eru fyri passivari royking, tá tey anda í seg luftina í einum rúmi, har tað verður roykt – ella hevur verið roykt.
Sigarettroykurin í einum rúmi inniheldur tvey sløg av royki. Tann roykin, sum roykjarin andar út eftir, at hann hevur “inhalera” og tann roykin, sum kemur frá sjálvari sigarettglóðini. Roykurin frá sigarettglóðini er tann mest skaðiligi og er normalt 85% av tí roykinum, sum passivir roykjarir anda í seg.

Fakta um passiva royking og lítil børn

Lítil børn ið eru útsett fyri passivari royking hava:
• Oftari millumoyrnabruna
• Fleiri krímsjúkur
• Øktan vanda fyri at líða vøggudeyðan
• Øktan vanda fyri at fáa ovurviðkvæmi og astmasjúkur

Fakta um passiva royking og størri børn

Størri børn ið eru útsett fyri passivari royking hava:
• Størri vanda fyri astmasjúkum
• Lættari við sjálvi at gerast roykjarir
• Øktan vanda fyri at fáa hjarta-, karsjúkur og krabbamein

Ynskir tú at tíni børn ikki verða útsett fyri passivari royking, er einasta loysnin at bert verður roykt uttandura.

Hetta tí at:
• Tey skaðiligu evnini frá sigarettroykinum seta seg í møblar, teppir og gardinir. Børnini anda tey í seg, tá tey røra seg í rúminum
• So leingi sum ein ikki-roykjari luktar, at tað hevur verið roykt í einum rúmi, verða børnini útsett fyri skaðiligum evnum
• At lufta út hjálpir men tekur ikki tey skaðiligu evnini burtur

Møguligar loysnir, ið IKKI eru effektivar:
• Royking undir eymhettu er ikki nóg mikið – roykurin breiðir seg allíkavæl í ein vissan mun út í rúmið, eins og til onnur rúm.
• Roykirúm í heiminum er bert ein partvís loysn, tí tey skaðiligu evnini breiða seg til onnur rúm í heiminum
• At roykja út gjøgnum vindeyga er ikki nokk, tí ein partur av roykinum kemur, hóast hetta, inn aftur gjøgnum vindeyga

Ren luft til ungerne - Sunhedsstyrelsen


Kelda: Sundhedsstyrelsen, www.sst.dk



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300