31-12-2010

Vaska sjúkradagarnar vekk!

Tá ið fleiri fólk eru savnaði á sama staði, antin tað er heima við hús ella á stovni, skúla o.s.fr, er tað týdningarmikið at reinføri er gott. Um reinførið er gott, er smittuvandin minni. Kanningar seinastu nógvu árini hava víst, at bert við at betra um hondreinførið hjá vaksnum og børnum, kann ein minka um sjúkradagarnar við 30-50 % tá talan er um ávísar smittandi sjúkur.

Hetta eru sjúkur sum smitta við:
• At røra við hvønn annan, kontaktsmitta
• At røra við lutir, sum hava smittuevnið á sær, t.d. leikur, suttur, handtøk ella skitin handklæði
• Dropasmittu, t.v.s. dropar, sum verða sendir út í luftina tá ein t.d. tosar, hostar ella nýsir
• Gjøgnum opning (afførning) og møguliga aðrar kropsvætir

Hesir hættir verða kallaðir smittuvegir og kanningar seinastu árini vísa, at gott hondreinførið er tann besti hátturin at steðga teimum vanligastu smittandi sjúkum. Hesar kunnu til dømis vera vanligt krím, influensa, eygnabruni, barnasár, ymisk sløg av búksjúku o.s.fr.

Við góðum hondreinførið vísa tað seg at vera færri sjúkradagar - bæði hjá vaksnum og børnum.

Tí er týdningarmikið, at læra børnini at vaska hendurnar væl, frá tí tey eru heilt lítil og minnast til, at tey vaksnu eru tann besta fyrimyndin.

Minnist til, at børnini gera ikki altíð tað sum vit siga, men tað sum vit gera!


Hendurnar eiga at verða vaskaðar væl:

• Tá vit hava spælt úti!

• Tá vit hava nortið við djór!

• Tá vit hava verið á vesi!

• Tá vit hava njóst, hosta ella turkað okkum um nøsina!

• Áðrenn vit fáa okkum at eta!

• Áðrenn vit fara at fáast við mat!

• Tá vit vaksnu hava hjálpt børnunum á vesinum, skift blæu, turka teimum um nøsina o.s.fr.!

Printa tær hesa vegleiðing út




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300