04-12-2009

Stórur foreldrabólkur

Stórur foreldrabólkur verður í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum mikudagin 9. desember kl. 10.00.

Gigni – Heilsufrøði til børn & ung skipar saman við heilsufrøðingunum í Suðurstreymi fyri stórum felags foreldrabólki í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, har tosað verður um viðkomandi og spennandi evnir til smábarnafamiljuna í Føroyum.

Tað vanliga er, at mammur, ið hava fingið barn, samlast í smáum bólkum saman við einum ella tveimum heilsufrøðingum. Fyri tveimum árum síðani varð skipað fyri einum øðrvísi tiltaki, sum gjørdist størsti mammubólkur nakrantíð í Føroym. Áleið 200 mammur og onkur einstakur pápi møttu til bólkin saman við smáu børnunum, har áhugaverdir fyrilestrar og kjak vóru á skránni. Hetta tiltak eydnaðist sera væl.

Hesaferð er ætlanin at fáa fleiri pápar við, og hava vit tí valt at kalla tað fyri foreldrabólk í staðin fyri mammubólk.

Á skránni verða tríggir spennandi og viðkomandi fyrilestrar við Jóngerð Poulsen, Kristu Nielsen, Marjun av Steinum og Bjørghild Djurhuus heilsufrøðingum. Hesir vera um foreldraleiklut og uppaling, pinkubørn og miðlar og sjálvsvirði og hvussu vit stimbra hetta jaliga.

Eisini verður møguleiki at fáa ókeypis kaffi og ábit.




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300