09-10-2017

Raðfest familjuna, eisini um tað kostar at siga nei til annað

Í samband við altjóða sálarheilsudagin 10.10.17 leggur Gigni dent á týdningin av:
• at vera virkin saman við familjuni
• at vera saman sum familja
• at vera hugbundin saman við familjuni.

Hetta er samstundis ein partur av ABC-verkætlanini, sum Fólkaheilsuráðið arbeiðir við.

Tað er sera umráðandi, at familjan verður raðfest fyri at trívast. Og fyri at familjan skal trívast, er neyðugt at brúka tíð saman. Gigni vil gera vart við, at tað er í lagi, og eisini til tíðir neyðugt, at velja familjuna framum okkurt annað.

Barnið mennist í sampæli við onnur, og tískil er tað neyðugt, at foreldrini eru tilstaðar - eisini mentalt. Hetta inniber, at vit mugu læra okkum at leggja skíggjar og annað órógvandi til viks, og geva børnunum okkara fulla uppmerksemi.

Leikluturin hjá pápanum hevur eisini sera stóran týdning fyri eina familju. Tað eru kanningar, sum vísa, at um páparnir virkið taka lut í uppalingini av børnunum, so fáa gentubørnini færri sálarligar trupulleikar og dreingjabørnini færri atferðartrupulleikar. Harafturat eru sannlíkindini størri fyri, at parlagið heldur.

Um børnini hava gott samband við síni foreldur, hvíla tey betri í sær sjálvum, tora betri at taka egnar avgerðir og lata seg ikki so lætt stýra av vinum til at gera ymiskt, sum er óheppið.

Ein kanning, sum Fioriz Gaini hevur gjørt av føroyskum 9. floks næmingum, vísir m.a., at tey ungu hava trupult við at fáa foreldrini at lurta, tá tey hava tørv á tí, og tí brúka meira vinir sínar at tosa við. Eisini vísir kanningin, at nógv ung høvdu ynskt, at foreldrini settu fleiri krøv og hugsaðu meira um tey ungu, hvar tey eru, og hvat tey gera (Gaini, 2013).

Íslendingar hava sett ymisk tiltøk í verk um alt landið, fyri at avmarka alkohol- og rúsevnanýtslu hjá teimum ungu. Hesi tiltøk hava givið sera góð úrslit. Eitt av hesum tiltøkum hevur verið at fáa foreldrini at brúka meira tíð saman við sínum børnum.

Tískil vil Gigni minna á at raðfesta familjuna, eisini um tað kostar at siga nei til annað.

Plakat



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300