14-08-2015

Tað ber til at trívast

“Tað ber til at trívast” er eitt trivnaðarskeið, ið lærir børn eins og vaksin viðurkennandi samskifti og fremur á tann hátt góðan trivnað innan eins og uttan fyri skúlans gátt.

“Tað ber til at trívast” lærir okkum at síggja og at tosa um tað jaliga og góða og at leggja til merkis tað, sum eydnast hjá okkum sjálvum og øðrum.

Skeiðið lærir børnini at taka ímóti og at geva hvør øðrum viðurkenning. Tey uppliva týdningin av at virðismeta seg sjálv og hvørt annað.
Næmingurin verður á skeiðnum stuðlaður í at siga frá, og dentur verður lagdur á persónligar eginleikar heldur enn, hvat hvør einstakur “dugir”


Les meira um "Tað ber til at trívast" her.



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300