03-05-2010

Heilsufrøðingar í hjálpararbeiði í Kenya

Fyri umleið 6 árum síðani kom eg í samband við eini donsk hjún, Susanne og Leif Madsen, sum vóru í Føroym og greiddu frá sínum arbeiði í Kenya. Eg fekk tá stóra virðing fyri tí arbeiði, tey gjørdu.

Eg teknaði meg beinanvegin til at stuðla einum drongi, so hann kundi ganga í skúla.

Tey fóru til Afrika fyri 10 árum síðani, har tey byrjaðu eitt arbeiði við gøtubørnum. Hetta arbeiði hevur so vundið meira og meira uppá seg, soleiðis at tey í dag hava eitt gentuheim við 70 gentum í øllum aldri. Hetta er eitt nýtt hús, sum varð liðugt hetta seinasta ári. Dreingjaheimið er nú í gerð, so teirra umstøður eru nokk ikki serliga góðar enn.

Skúli er eisini fyri børnini, og her kunnu eisini børn frá fátøkum heimum koma at ganga í skúla, um tey hava fingið stuðlar, 185,00 kr. um mánaðin. Tey fáa tvær máltíðir um dagin, sum ofta er tað einasta tey fáa, tí foreldrini hava onki at geva teimum.

Tá børnini eru liðug í barnaskúlanum, verða tey hjálpt víðari í miðnámskúla ella fáa tey lærupláss, um tey hava stuðlar.

Ein kreppumiðdepil er eisini settur á stovn, har kvinnur ella ungar gentur, sum eru við barn, kunnu koma inn at búgva eina tíð. Her fáa gentur, sum eru misbrúktar og hava tað ringt í aðrar mátar, hjálp undir barnsburðartíðini og føðing. Tær fáa her, saman við barninum, umsorgan, og kunnu soleiðis hjálpast út aftur í samfelagið.

Ein dagkreppumiðdepil er eisini settur á stovn, har kvinnur kunna fáa ráðgeving og hjálp.
Neyðin og fátækradømið er sera stórt, og bert nakrar fáar kilometrar burtur frá, er staðið, sum tey kallað “lossepladsen.” Her búgva familjur og foreldraleys børn undir pappeskjum, plastikki ella tí sum tey finna, og tá bilurin við burturkasti kemur, so leita tey sær eftir onkrum til matna. At vaska sær er nokk ókent í teirra verð. Børnini søkja sær hita um náttina undir burturkastinum.
Vit duga ikki at ímynda okkum neyðina.

Tey hava innføddar lærarar til at undirvísa børnunum. Teir fáa so løn av tí stuðli, sum kemur úr Skandinavien.
Annars hava tey eisini innføddar arbeiðarar. Fólk úr Føroyum og Danmark hava eisini verið útið og hjálpt til í styttri og longri tíð.

Sum árini eru gingin, so er ein hugur kveiktur í mínum hjarta fyri at koma út hagar at rætta eina hjálpandi hond til hesi børn, sum hava tað so ringt.
Møguleikin fyri hesum opnaði seg og eg havi í fyrsta umfari lovað meg fyri ein mánað.

Tá eg segði Doris Heinesen, sum eisini hevur starvast sum heilsufrøðingur í Gigni, frá hesum, bleiv hon eisini áhugað at koma við. Hon hevur arbeitt í Etiopia í 15 ár, so hon hevur nakrar royndir.
Tað er sera gott, at vit sum heilsufrøðingar kunna fara út hagar, og geva nakað frá okkum til teirra. Eisini av teimum royndum, vit hava fingið øll hesi árini í okkara arbeiði.

Gigni – Heilsufrøði til børn & ung hevur latið okkum tilfar á enskum at hava við, so vónandi kemur hetta fólkinum har tilgóðar.

16. apríl 2010
Oddvør Jacobsen, heilsufrøðingur

f.v. Doris Heinesen og Oddvør Jacobsen
f.v. Doris Heinesen og Oddvør Jacobsen

Tit kunnu lesa meira um New life Africa International her.



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300