29-05-2009

Berin, sum skipar fyri sorgarbólkum til børn og ung fingið heimasíðu

Sjálvhjálparbólkurin Berin hevur fingið heimasíðu, sum er www.berin.fo

Endamál Berans er, at geva børnum og ungum, ið hava mist foreldur og ella systkin við deyða, eitt forum, har tey kunnu møtast og práta við javnlík.

Sjálvhjálparbólkurin bleiv stovnaður í 2003. Aldurin fyri luttøku er 8 ár og eldri. Higartil hava uml. 250 børn og ung verið við. Nakrir bólkar hava eisini verið fyri vaksin, ið hava mist børn.

Sjálvhjálparbólkarnir skulu virka fyri, at børnini og tey ungu, sum frálíður, gerast betur før fyri at handfara sorgina yvir mista foreldrið ella systkini. Á tann hátt hava tey størri møguleika fyri aftur at fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, har tey kunnu mennast og liva við missinum.

Børn og ung, sum hava mist foreldur ella systkin fyri fleiri árum síðani, hava eisini havt gleði av bólkunum.

Børnini og tey ungu møtast aðru hvørja viku. Við serkønari hjálp og vegleiðing, práta tey saman um felags upplivingar, kenslur og tankar.

Berin merkir á donskum lysning, ofta brúkt sum en lysning i skoven, eitt stað, har sólin altíð sleppur framat. Á føroyskum kunnu vit eisini brúka hugtakið berajól, sita á berajólum, uttan verju, nakað sum tey, ið mist hava, kenna alt ov væl. Harumframt kann navnið Berin, fáa ein at hugsa um at bera. Lyfta vit í felag, kennist byrðan lættari.

Búmerkið, er ímyndin av lívinum við sínum ljósu og myrku síðum. Tað skal minna okkum á, at sjálvt tá tað sær svartast út, ber til at leita eftir glottum. Og tá ið alt sær ljóst út, er tað tann svarta rípan, sum ger mynstrið.




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300