02-06-2017

Steðga lívmóðurhálskrabba!

Skulu vit steðga vandanum fyri at fáa lívmóðurhálskrabba, skulu helst umleið 90 % av øllum gentum verða koppsettar fyri HPV. Hetta er eisini endamálið við nýggja kunningarátakinum STOP HPV, sum Sundhedsstyrelsen, Kræftens Bekæmpelse og danska Lægeforeningen hava tikið stig til.

Tey seinastu árini er talið av gentum, sum verða koppsettar fyri HPV, lækkað munandi. Orsøkin tykist í stóran mun vera ótti fyri møguligum álvarsligum hjáárinum, sum ofta hava verið lýst í fjølmiðlunum seinastu árini. Tískil er eitt mál við kunningarátakinum at upplýsa um árin eins og hjáárin, og harvið vónandi minka um óttan fyri HPV-koppsetingini.

Tað er sera týdningarmikið at leggja sær í geyma, at eisini eftir at árin og hjáárin av HPV-koppsetingini eru eftirkannaði, so eru framvegis nógv fleiri fyrimunir við at lata seg koppseta, sæð í mun til vandan fyri at fáa lívmóðurhálskrabba ella álvarslig hjáárin. T.d. vísir átakið á, at bara síðan man í Danmark byrjaði at koppseta fyri HPV, og hóast lága talið av teimum, sum verða koppsett, so eru longu fyribyrgdir umleið 1.780 tilburðir av lívmóðurhálskrabba, eins og umleið 360 deyðsføll vegna sama slag av krabbameini.

STOP HPV - Tíðindaskriv


Les meiri um HPV koppseting og møgulig hjáárin



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300