18-02-2011

Gigni fer at gera heilsuprofil

Í samband við, at árið 2011 er lýst at vera kostár, fer Gigni at gera heilsuprofil av øllum 1. og 7. floks næmingum um allar Føroyar.

Í viku 7 og 8 fara heilsufrøðingar á allar skúlarnar í Føroyum, at viga og máta næmingarnar í hesum flokkunum.

Heilsuprofilurin umfatar:

- Máting av BMI
- Spurningar viðvíkjandi rørslum

Endamálið við kanningini er, at fáa staðfest viðurskifti viðvíkjandi BMI hjá føroyskum skúlabørnum.

At máta vekt og hædd hjá skúlanæmingum, er frammanundan ein partur av árligu kanningunum, sum heilsufrøðingar gera, sambært lóg og vegleiðing um fyribyrgjandi heilsuskipanir til børn og ung.

Í hesum førum, verður hesin partur av kanningini av 1. og 7. floks næmingunum miðsavna til, at verða gjørd í viku 7 og 8. Hetta fyri, at fáa nýggju tølini savnaði, til nærri viðgerð seinni í vár.

Allir næmingar, sum luttaka í kanningini, vera dulnevnd í samband við ger av heilsuprofilinum.

Áðrenn innsavnaði dáta verða talgild og viðgjørd í hagtølum, verða neyðug loyvi fingin til vega, sambært galdandi reglum hesum viðvíkjandi. Tískil verður úrslitið av heilsuprofilinum ikki tøkt, fyrr enn væntandi seinni í vár.

Nærri kunning umframt úrslit av kanningini, verða løgd á heimasíðuna hjá Gigni.




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300