08-11-2017

Summi ættleidd børn eru av góðum grundum serliga við- kvom og kunnu vera ein avbjóðing í skúlanum

Soleiðis ljóðar yvirskriftin á grein í Skúlablaðnum 5/2017, har blaðið hevur havt eina samrøðu við Leilu Olsen, heilsufrøðing, sum hevur serútbúgving í sambandi við ættleidd børn, umframt at hon sjálv er mamma at tveimum ættleiddum børnum.

Leila sigur m.a. soleiðis: Eg haldi, at tað er rættliliga ymiskt, hvussu skúlar taka ímóti ættleiddum børnum. Tað vanliga hevur vist verið, at ættleidd børn eru komin í skúla eins og øll onnur børn. Tey eru sum onnur børn, hava vinir, eru við í ymiskum frítíðarvirksemi uttan fyri skúlan, men nøkur bera kortini ymiskt úr síni fortíð við sær inn í sínar nýggju umstøður, sum kann gera, at tey fáa ávísar trupulleikar.

Sernámsfrøðiliga mega vit helst ásanna, at summi ættleidd børn hava størri avbjóðingar at dragast við, tá ið tey fara í skúla, enn onnur børn hava. Vit eiga at hava í huga, at ein torfør lívsbyrjan hjá hesum børnum setir djúp spor í lív teirra, og tey sporini fylgja teimum á lívsleiðini.

Les alla greinina her




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300