01-12-2015

Lítil børn og kuldi

Tá kavin liggur um alt landið og tey størru børnini gleða seg at fara út at sleða, eru tað nógv foreldur og starvsfólk í vøggustovum sum eru i iva, um tey skulu leggja tað lítla barnið út í vogn at sova.

Tað er ringt at seta nakrar neyvar reglar fyri nær børn kunna fara út í vogn. Men vit vita at lítil børn eru ógvuliga viðkvom yvir fyri kulda.

Lítil børn skulu helst ikki leggjast út at sova tá tað er kaldari enn minus 10 gradir, og her í Føroyum skulu vit vera sera varin, tí ofta er tað vindur og kuldi samstundis.

Barnið skal vera sunt og frískt.

Børn sum eru ov tíðliga fødd, hava astma bronchitis, afturvendandi millumoyrabruna og hjartasjúku skulu helst ikki sova úti í nógvun kulda.

Barnið skal vera ílatið eftir umstøðunum og í klæðum sum halda uppá varman, gott er við ullintum klæðum inn á kroppin. Húgvu og vøttir og drakt ella posa og ballast væl. Blæan má skiftast áðrenn barnið fer út.

Vognurin skal setast í lívd fyri vindi, regni og kava.

Vognurin skal vera vind- og vatntættur og botnurin skal vera bjálvaður

Hygg ofta til barnið og lat tað ikki liggja ov leingi úti og sova, helst ikki meira enn 2 tímar.


Meiri kunning um lítil børn og kulda



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300