19-12-2017

Jól, tá mamma og babba ikki búgva saman

Jólahátíðin er ein familjuhátíð og gleðishátíð. Hetta er tann tíðin av árinum, har vit eru saman við okkara allarnærmastu og gera alt fyri at hava tað hugnaligt og gott.

Familjur, har foreldur eru farin frá hvørjum øðrum, hava tá nøkur serlig kor. Skilnaðurin ger, at barnið ikki kann vera saman við báðum foreldrum jólaaftan, eins og foreldrini ikki sleppa at hava børn síni hjá sær hvørji jól. Hjá nógvum børnum og vaksnum kennist saknurin tí serliga nógvur um jólini.

Kanningar vísa, at tað sum ávirkar barnið allarmest er, um foreldrini eru ósamd og ikki megna at samstarva um barnið. Barnið merkir ósemjuna millum foreldrini, sum á jólum aloftast handlar um, hvar barnið skal vera jóladagarnar og hvussu dagarnir skulu býtast millum foreldrini.

Foreldur eiga tí, at gera alt tað tey eru ment fyri at semjast um jólini og jóladagarnar, soleiðis at tað slepst undan ósemjum. Á hendan hátt vísa tey barninum, at hóast tey ikki eru saman, og ikki eru samd um alt, so eru tey samd um hvussu jólini og jóladagarnir verða skipað fyri barnið. Harvið taka tey ábyrgdina fyri, at jólini verða ein góð hátíð fyri barnið, hóast broytingar og sakn.

Tað er týdningarmikið, at foreldrini rúma saknin hjá barninum eftir tí foreldrinum, sum tað ikki er saman við um jólini. Eisini er týdningarmikið, at rúma kenslurnar hjá barninum, sum ofta kunnu vera ógvusligar. Hetta er alneyðugt fyri trivnaðin hjá barninum.

Nakað at hugsa um – eisini um jólini:

- Vaksin fara frá hvørjum øðrum – tí er tað teirra ábyrgd at hjálpa barninum í nýggju støðuni

- At barn títt elskar bæði síni foreldur!

- Minn barn títt á, at hóast tit vaksnu fara hvør til sítt, eru tit enn líka góð við barnið

- Minn títt barn á, at tað ikki á nakran hátt hevur ábyrgdina av, at tit vaksnu fara hvør til sítt

- Vís tínum barni virðing við at virða hitt foreldrið – eisini um tú ikki heldur so nógv um viðkomandi

- Verið fólkalig ímóti hinum partinum, tá tit hittast, t.d. tá tit koma eftir ella við barninum

- Skeldist ONGANTÌÐ, meðan barnið hoyrir

- Tosa ONGANTÌÐ ljótt um hin – ella um tykkara felags fortíð – meðan barnið hoyrir

- Lat ikki barnið bera boð millum foreldrini!

- Gerið skjótast gjørligt greiðar avtalur um, hvar og saman við hvørjum barnið skal búgva

- Ger eisini avtalur um samveru við tað foreldrið, sum barnið ikki býr hjá – um ikki annað ber til, gerið so fyribils avtalur – so barnið veit, nær tað skal vera hvar komandi tíðina. Um tað er gjørligt, hav so barnið við uppá ráð, tá hesar avtalur verða gjørdar

- Royn at geva barninum sítt egna pláss bæði heima hjá mammu og hjá pápa sínum – lat barnið hava sítt egna kamar ella song og skáp – og lat eisini barnið hava t.d. tekningar hangandi, leikur o.t. í báðum heimum

- Roynið at skipa gerandisdagin soleiðis, at barnið kann røkja síni frítíðarítriv og vera saman við vinum, í sama mun sum áður, líka mikið hvørjum foreldri barnið er hjá

- Minst til at virða sambandið millum barnið og familjuna hjá fyrrverandi makanum, t.d. ommur, abbar, systkinabørn o.s.fr.

HUGSIÐ UM BØRNINI - HOYR HVAT HEILSUFRØÐINGURIN SEGÐI Í KRINGVARPINUM



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300