22-06-2017

Heilsufrøðingar til trý størv

Gigni søkir eftir heilsufrøðingum til tvey føst størv og eitt avloysarastarv at seta skjótast tilber.

Tey trý størvini eru:
24 tímar í skúlunum og á smábarnaøkinum í Vestmanna og í Kvívíkar kommunu. 

16 tímar í Skúlanum á Fløtum í Tórshavn

40 tímar avloysarastarv á smábarnaøkinum í Runavíkar-, Eystur-, Eiðis- og Sunda kommunu, í umleið 3 mðr.

Vit kunnu bjóða:
• Sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi arbeiði
• Fakligt mennandi umhvørvi
• At verða partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum
• Væntast kunnu broytingar í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við menningartilgongd

Førleikakrøv:
• Útbúgving sum heilsufrøðingur
• Góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar og tvørfakligt
• Áhuga fyri fakligari menningartilgongd 

Tað er ein fyrimunur, at umsøkjarin hevur royndir frá heilsufremjandi arbeiði á barna- og/ella familjuøkinum.

Lønar- og setanartreytir:
Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn skal sendast til:
Gigni 
Niels Finsensgøta 37
Postboks 132
110 Tórshavn

Ella umvegis teldupost: gigni@gigni.fo

Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 9. juli 2017.

Meiri fæst at vita við at ringja til Sólrun Foldbo, fakligur leiðari Tel 562394




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300