08-05-2010

Útivikan, ikki bara fyri vaksin

Hesa vikuna er, sum vit flestu vita, Útivika, og serligt fokus hevur verið á at vera úti og røra seg. Summi ganga, onnur renna ella súkkla ein túr o.s.fr. Men hvussu fáa vit børnini og tey ungu eisini at taka lut í Útivikuni?

Tilráðingarnar frá Danska Heilsustýrinum eru at:

• Vaksin røra seg minst ½ tíma dagliga
• Børn røra seg minst 1 tíma dagliga

Hetta eru góðar tilráðingar, men foreldur uppliva ofta, at tað er ringt at fylgja hesum tilráðingum í gerandisdegnum, tá tað at røra seg skal kappast við klokkuna, telduna, sjónvarpið og annað sum gerandisdagurin er fyltur av.

Tí er gott at hugsa seg um og nýta hugflogið, soleiðis at tað at røra seg verður stuttligt og ein máti, har vaksin og børn kunna nýta tíð saman og hugna sær, samstundis sum tey røra seg.

Tað er týdningarmikið at taka støði í hvat títt barn heldur er stuttligt. Nøkur børn tíma at ganga í haganum ella fjøruni, onnur hava hug til bóltspøl ella at svimja, meðan onnur elska at hoppa á trampolin. Tey allarflestu børnini tíma okkurt, serliga um tey vaksnu eru við. Tá verður hetta ein løta har børn og vaksin nýta tíð saman meðan tey hugna sær og hava tað stuttligt.

Til dømis kunna tit:

• Gang ein túr í hagan ella í fjøruni
• Hoppa trampolin
• Taka ein bólt við og fara á ein av mongu sparkivøllunum at kasta, sparka ella kanska spæla okkurt bóltspæl
• Lakka “paradis”
• Hoppa band
• Koyra góðan tónleik á meðan tit dansa
• Fara í svimjihøllina
• Ella kanska finna uppá okkurt heilt annað

Tað einasta sum hevur týdning er, at tit røra tykkum so pulsurin fer upp meðan tit hugna tykkum og hava tað stuttligt saman.

Hava tit ringt við at finna uppá, ella bara hug at lesa mera um børn og rørslu, sunnan mat o.a. eru hetta nakrar góðar heimasíður. Har kunna tit finna hugskot til ymiskt tit kunna gera saman, eins og hugskot til ymisk spøl.


http://www.enletterebarndom.dk

http://www.legdigsund.dk



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300