24-06-2009

Barnatænastan hevur fingið nýggjan samleika

Allir heilsufrøðingar í Føroyum eru nú skipaðir undir stovninum: Gigni – heilsufrøði fyri børn & ung.
Tað er greitt eftir at fyrrverandi Barnatænastan, sum fyri 1. januar 2009 var partur av Nærverkinum, nú er vorðin ein sjálvstøðug eind undir Heilsumálaráðnum, og í hesum sambandi hevur fingið nýggjan samleika.

Gigni – heilsufrøði fyri børn & ung
Nýggi samleikin umfatar nýtt búmerki, nýtt navn og nýggja heimasíðu.
Orðið "gigni" er gamalt føroyskt orð, sum merkir tað at vera einhvørjum at gagni, avleitt av sagnorðinum: at gagna. Navnið er valt við støði í virkseminum hjá stovninum, sum júst er at virka til gagns fyri heilsu og trivnaði hjá børnum og ungum í Føroyum.
Nýggja búmerkið myndar í fáum strikum tvey fólk, antin eitt barn og ein vaksnan, ella eitt barn og eitt ungt folk, sum halda hvørt um annað. Búmerkið boðar soleiðis frá tryggleika og umsorgan, ið eru virði, sum Gigni byggir sítt virksemi á.

Heimasíðan vitanardepil fyri børn, ung og foreldur
Heimasíðan hjá Gigni er ætlað øllum foreldrum, børnum, ungum og annars øllum, ið vilja vita meira um Gigni, eins og onnur viðurskifti, sum hava við børn og ung at gera. Ætlanin er at menna heimasíðuna til at verða ein vitanardepil, har tíðindi og kunning javnan verða løgd út.

Ein mennandi lívsbyrjan
Gigni veitir heilsufrøðiliga tænastu til allar smábarnafamiljur, skúlabørn og tannáringar í Føroyum. Gigni virkar fyri, at børn fáa eina jaliga og mennandi lívsbyrjan og heilsugóð barna- og ungdómsár.
Eisini verður stórur dentur lagdur á at styrkja og menna foreldraførleikan og at økja um tilvitanina um leiklutin, sum familjan hevur.

Frá heilsusystir til heilsufrøðing
Heitið heilsufrøðingur verður nú brúkt heldur enn heilsusystir. Ein heilsufrøðingur er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, sum umframt drúgvar starvsroyndir hevur nomið sær víðari útbúgving á CVU í Danmark, við servitan um heilsu hjá børnum og ungum.

Summir heilsufrøðingar arbeiða burturav við smábørnum ella burturav á skúlum, meðan aðrir arbeiða bæði á skúlum og við smábørnum.

Ein betri tænasta
Samstundis sum stovnurin flutti úr Nærverkinum til Heilsumálaráðið, flutti stovnurin í egin høli. Saman við nýggja samleikanum fer hetta at tryggja øllum brúkarum, bæði einstaklingum og stovnum, eina betri tænastu.

Gigni – heilsufrøði fyri børn & ung

Framløga av samleikanum




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300