16-06-2010

Temadagur: Børn, ung og kunningartøkni

BØRN, UNG OG KUNNINGARTØKNI
SPENNANDI TEMADAGUR 14. SEPTEMBER 2010

Alnótin, telduspøl, fartelefonir og sjónvarp mynda í stóran mun spælið, samskiftið og ta sosialu samveruna millum børn og ung.

•Hvussu ávirkast tann likamliga, sálarliga og sosiala menningin hjá børnum og ungum av kunningartøkni?
•Hvørjir fyrimunir og vansar eru hjá børnum í kunningarsamfelagnum?
•Hvørji eru tilmælini á økinum?

Endamálið við temadegnum er, at fakfólk fáa meira vitan og soleiðis gerast betur før fyri at stuðla barninum og tí unga í avbjóðingum og trupulleikum, sum standast av kunningartøkni.

Fyrilestrarhaldararnir starvast sum serfrøðingar í spurningum um film og telduspøl. Anne Mette Thorhauge hevur eina phd innan telduspøl og samskifti og arbeiðir á deildini fyri miðlar og samskifti á universitetinum í Keypmannahavn. Tine Jensen, er lektari á deildini fyri sálarfrøði og gransking innan útbúgving á universitetinum í Roskilde.

Temadagurin vendir sær til fakfólk innan barna- og ungdómsøkið, heilsufrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, lærarar, námsfrøðingar, sosialráðgevarar, sálarfrøðingar og onnur áhugað. FBS skipar fyri temadegnum.

Temadagurin verður týsdagin 14. september 2010 klokkan 09.00 – 15.00 í hølunum hjá Starvsmannafelagnum J. H. Schrøtersgøtu 9, Tórshavn.
Kostnaðurin er 1.000 krónur. Íroknaður er døgurði og kaffi. Limir í FBS gjalda hálvan prís.
Tilmelding fer fram við at gjalda á konto hjá FBS í EIK: 9181 – 9882105. Minnist til at viðmerkja navn.
Tilmeldingarfreistin er 1. september.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til FBS á tlf. 594791

FBS, Føroyskir Barnasjúkrarøktarfrøðingar er ein áhugabólkur undir Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Limirnir starvast sum heilsufrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar á barna- og ungdómsøkinum.




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300