31-05-2016

Altjóða góðkendir IBCLC ráðgevarar

Gigni eigur nú 3 altjóða góðkendir IBCLC ráðgevarar

Tríggir heilsufrøðingar í Gigni hava lokið prógv sum altjóða góðkendur ráðgevi innan bróstageving – International Board Certified Lactation Consultant (IBCLC).

Nýggju IBCLC ráðgevarnir eru heilsufrøðingarnir Krista Nielsen, Gitte V. Samuelsen og Una Knudsen.

IBCLC útbúgvingin er fremsta altjóða góðkenda útbúgving innan hetta økið. Fyri at kunna taka útbúgvingina og fáa váttan sum altjóða skrásettur ráðgevi innan bróstageving, skal ein, umframt at hava eina góðkenda útbúgving innan heilsuøkið, hava hollar kliniskar royndir á viðkomandi øki.

Váttan sum IBCLC fær bert tann, sum hevur lokið próvtøkuna hjá IBLCE og fyri framhaldandi at hava váttan krevst, at ein fylgir ásettu krøvum viðvíkjandi akkreditering. Hetta fyri, at IBCLC ráðgevin allatíðina uppfyllur kravið um, at ráðgeva við støði í nýggjastu gransking og vitan um bróstageving.

Gigni ynskir Kristu, Gitte og Unu hjartaliga tillukku við útbúgvingini




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300