09-02-2010

Í dag 9. februar verður skipað fyri altjóða Tryggum Internetdegi

Í dag 9. februar verður skipa fyri altjóða Tryggum internetdegi. Endamálið er at varpa ljós á trygd hjá børnum og ungum tá tey ferðast á internetinum. Dátueftirlitið fer, saman við øðrum, á ymiskan hátt at varpa ljós á hetta evnið.

Sum foreldur kann ein ofta kenna seg ørkymlaðan viðvíkjandi internetnýtsluni hjá børnum og ungum. Tí hvat er tað ein skal ansa eftir og hvussu kann eg sum foreldur vegleiða børnini og tey ungu?

Dátueftirlitið hevur gjørt eina vegleiðing til foreldur um, hvussu tey kunnu stuðla og hjálpa børnum og ungum, so tey kunnu ferðast tryggari á internetinum.

Ingun Eirikssdóttir, stjóri á Dátueftirlitinum skrivar soleiðis:

Vit skulu læra børn og ung góðan fólkaskikk á netinum. Eins og vit sum foreldur hava uppalt tey til at bera seg at í veruliga lívinum, skulu vit nú uppala tey til at taka ímóti avbjóðingunum í talgilda heiminum. Tað snýr seg serliga um hugburð og um at vera ansin.

Dátueftirlitið fær javnan fyrispurningar frá bæði teimum ungu sjálvum og foreldrum, sum kæra sína neyð, tí børnini verða útspilt, happað, víst fram o.s.v. á netinum.

Føroysk kanning í fólkaskúlunum
Ein nýggj kanning, sum Dátueftirlitið hevur gjørt í 3.-4. og 8.-9. flokkum kring landið, vísur, at talið av børnum og ungum, sum nýta sosial netverk á internetinum er vaksandi.

Sambært kanningin eru 78% av næmingunum á internetinum hvønn dag ella næstan hvønn dag, og hyggja vit efti tølunum fyri 3. flokk, so eru 55% av næmingunum á netinum hvønn dag ella næstan hvønn dag.

Kanningin vísir, at heili 90% av næmingunum hava ein profil á internetinum, í 3. flokki hava 72% ein profil á netinum. Tær best umtóktu síðurnar eru Facebook. Arto og MSN.

Tað at talið av næmingum í fólkaskúlanum, sum hava ein profil á netinum er so høgt ger, at tað hevur stóran týdning, at børn og ung verða kunnað um, hvørjar skrivaðar og óskrivaðar reglur eru galdandi fyri sosiala lívið á netinum. Hetta setur krøv til bæði skúlar og foreldur, bæði at læra tey ungu, hvussu stóran týdning tað hevur at verja sínar upplýsingar á netinum, og hvørjar reglur eru galdandi fyri, hvussu tey kunnu handfara upplýsingar og myndir um onnur.

Kanningin vísir, at umleið fjórði hvør næmingur í 3. og 4. flokki, hevði vent sær til foreldur ella lærara, um tey høvdu fingið eitt sms ella eina viðmerking á teirra profili, sum gjørdi tey kedd ella súr.

Góð ráð til foreldur

1. Góðtak at elektroniskir samskiftismiðlar eru vorðnir ein partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum. Fartelefonin og internetið eru komin fyri at vera, og tú kanst eins væl taka í hondina á barninum og leiða tað gjøgnum vandarnar á netinum. Vís vegin – eins og í ferðsluni.

2. Tosa við tey. Sum foreldur hevur tað týdning at hava áhuga fyri, hvat børnini gera, tá tey eru á netinum og at tosa við tey um tað fyri á henda hátt betur at skilja, hvat tey fáast við á netinum, og hvussu tey nýta fartelefonina.

3. Kunna teg og fylg við. Vitja tær síður, sum tey ungu vitja Kjatta send ein sms, spæl við – royn sjálv. Vís áhuga í staðin fyri ótta, sum ofta kemur av vantandi kunnleika til hesar nýggju samskiftismøguleikar.

4. Lat vera við at seta forboð – men set ístaðin realistisk mørk. Ger t.d ein politikk fyri nýtslu av interneti, fartelefon, myndatólinum í telduni, spølum v.m saman við børnunum.

5. Minst til at forvitni og at royna, hvussu langt tú kanst fara, eru nátúrlig, og at tín ábyrgd ikki bara er at siga nei, men at vera tann vaksni, ábyrgdarfulli sparringspartnarin, tá mørk skulu roynast.

6. Lurta eftir børnunum, tá tey royna at taka teg við. Lurta eisini eftir tí, sum ikki verður sagt. Legg merki til broytingar í teirra atburði. Eru tey kedd ella stúrin?

Ella sagt við øðrum orðum:

Tosa saman. Besta keldan til kunnleika um, hvat títt barn ger á netinum, er barnið sjálvt. Tosa og lurta. Hvørjar síður vitja tey? Hvønn eru tey vinir við? Hvønn eru tey ikki vinir við? Hvat gera tey, um tey koma út fyri onkrum keðiligum ella ótespiligum á netinum, hvønn tosa tey tá við? Á hendan hátt fært tú ein betur kunnleika til on-line lívið, tey liva, og kanst betur hjálpa og stuðla teimum.

Lær tey um persónsvernd. Tosa við tey, um at tey hava ábyrgdina av tí, tey hava lagt út á internetið, eins og blaðstjórar hava ábyrgdina av tí, sum verður skrivað í bløðunum. Tað hevur stóran týdning, at tey hugsa seg væl um, hvørja ferð tey skriva um seg sjálvi ella onnur í kjatti, bloggum, heimasíðum og øðrum á netinum. Sama er galdandi fyri myndir.

Tað er altíð ein góður skikkur at fáa samtykki frá tí, sum er á myndini, áðrenn hon verður løgd á netið. Ofta er hetta eisini eitt lógarkrav.

Tað hevur týdning, at tey fáa at vita, at ongin er anonymur á netinum og at vit øll lata elektroniskar slóðir eftir okkum. Slóðir, sum onnur kunnu nýta ella misnýta, um ein er óheppin.

10 góð ráð um góða siðvenju á netinum

1. Gev ongantíð einum, tú ikki kennir, navn og bústað tín
2. Tú kanst hava eitt kelinavn ella geva teg út fyri at vera okkurt annað, um tú bert hevur góðar ætlanir
3. Minst til, at tann tú kjattar við, ikki altíð er tann, hann ella hon sigur seg vera
4. Ikki siga nakað, sum tú ikki meinar, tí tað kann enda galið, um tann tú sigur tað við, ikki skilir tað
5. Tú mást ikki málbera teg rasistiskt, tí tað er í roynd og veru ólógligt
6. Ikki arga nakran við teirra útsjónd, tí tað kann vera ógvuliga særandi
7. Lat vera við at happa ella arga onnur - heldur ikki til stuttleika
8. Hugsa teg um, áðrenn tú sendir ein teldupost ella sms, tí tá móttakarin hevur sæð hann, vendist ikki aftur
9. Ikki hótta onnur til stuttleika, tí tað kann vera trupult at finna útav, at tú ikki meinar tað.
10. Ikki halda onnur uttanfyri, uttan so at tú hevur eina góða grund.

Reglurnar eru gjørdar av Medierådets børneambassadør www.medieraadet.dk

Kjatta trygt
1. Set tíni mørk
2. Tú mást ongantíð hitta ein kjattvin einsamallur/einsamøll
3. Gev ikki frá tær persónligar upplýsingar
4. Reagera og goym prógv
5. Tosa við onkran, tú hevur álit á

Sitatir:
”Tá ein situr heima við afturlatnari hurð er lætt at gloyma, at á internetinum stendur hurðin ofta heilt opin.”

”Persónsvernd á netinum snýr seg í stóran mun um at finna óskrivaðar reglur fyri góðum fólkaskikki. Vit lúra ikki gjøgnum lyklarhol, vit lata ikki brøv upp hjá øðrum o.s.fr., og á sama hátt hevur tað stóran týdning at hugsa seg væl um á netinum. Tað er ov seint at angra, tá trýst er á enter.”

"Tað er tín avgerð" er ein faldari ið Dátueftirlitið hevur gjørt um ung á netinum.


Tú kann lesa meira á donsku heimasíðuni Sikker internetdag



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300