21-01-2011

Bróstageving er enn tað besta!

Hetta er boðskapurin sum Unicef/WHO staðfestir eftir, at ein grein í enska tíðarritinum Medical Journal, rør uppundir, at um børn fáa bara bróstamjólk ov leingi og ikki vanligan mat, kann hetta skaða tey.

Greinin er ikki skriva út frá nýggjari granskingum, men er skriva út frá einari gjøgnumgongd av eldri gransking innan bróstageving og mat til børn.

Tilráðingarnar frá Unicef/WHO viðvíkjandi mati til lítla barnið er, at barnið ikki skal hava annað enn bróst til barnið er 6 mðr. gamalt, og síðan skal hava bróstamjólk afturat vanligum mati til barnið er umleið 1 ár. T.v.s. at barnið helst ikki skal byrja at eta annað enn mjólk, fyrr enn barnið er umleið 6 mðr. Sundhedsstyrelsen í Danmark heldur seg til tilráðingarnar hjá WHO.

Unicef/WHO hevur, sum svar til greinina í Medical Journal, skriva eina yvirlýsing, har tey fasthalda tilráðingini um, at barnið ikki skal byrja at fáa annað enn mjólk fyrr enn barnið er umleið 6 mðr. Hetta tí, at WHO eftir eina gjøgnumgongd enn metur, at jaligu ávirkanirnar á barnið við at fáa bróstamjólk eru fleiri enn tær neiligu. Eisini metur WHO, at um tilráðingin skal broytast, so krevur hetta eina nógv meira nágreiniliga gjøgnumgongd av allari gransking innan økið, og ikki bert einum parti av granskingini.

Gigni - heilsufrøði til børn & ung fylgir tilráðingini hjá WHO og Sundhedsstyrelsen, og tilráðingin er enn sum áður, at barnið ikki skal fáa annað enn mjólk fyrr enn barnið er umleið 6 mðr. Tá barnið er umleið 6 mðr. og vísir tekin til, at tað er klárt til at eta við skei, er tíðin komin til at geva barninum vanligan mat, samstundis sum barnið heldur áfram við, at fáa bróstamjólk.

Yvirlýsing frá Unicef/WHO


Les meira um bróstageving

Les meira um mat til lítla barnið



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300