31-03-2010

Spennandi verkætlan í norður Jakarta

Gigni – heilsufrøði til børn & ung, hevur nú undirskiva samstarvsavtalu við Mercy Corps og mynduleikar í Jakarta.

Í oktobur 2009 hevði Gigni vitjan av umboðum fyri Mercy Corps, heilsustarvsfólkum og politiskum mynduleikum úr norður Jakarta.

Hesi vóru kunnað um Gigni sum stovn, virkisøkið, skipan av tænastum, kjarnuøkir, hvat ástøði er grunda á, háttløg , v.m.Umframt kunning, hevði Gigni skipað fyri, at tey fingu høvi at síggja hvussu tær fyriskipanir/ tænastur Gigni veitir, eru skipaðar í praksis.

Tey vitjandi úr Jakarta vístu Gigni sera stóran áhuga.
Eftir hesa vitjan hevur Gigni fingið áheitan frá Mercy Corps og mynduleikum í Jakarta, um at samstarva við tey, at stovnseta ein nýggjan stovn í norður Jakarta, sum verður “teirra Gigni”, sum tey nevna tað.

Hetta er ein sera spennandi og mennandi avbjóðing fyri Gigni, og hevur Gigni arbeitt víðari í hesum samstarvi.

Samstarvsavtala er skriva millum Gigni og Mercy Corps.

Verkætlanin verður fíggja av Mercy Corps og mynduleikum í Jakarta og er lýst at verða tíðarskeiðið 1.februar 2010 og inntil 1.mei 2011.


Les alla greinina her.



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300