09-11-2010

Foreldratiltak hjá heilsufrøðingunum í Gigni

Aftur í ár, skipa heilsufrøðingarnir í Gigni, fyri einum stórum foreldraátaki í veitsluhøllini á Landssjúkraúsinum.

Stað: Veitsluhøllin á Landssjúkrahúsinum
Tíð: 12. November 2010 kl. 10 – 12

Tiltakið er ætlað øllum foreldrum at smábørnum.

Heilsufrøðingar hava gjøgnum árið nógvar mammubólkar, hvar mammur við børnum hittast í mammubólkum.

Hetta er eitt størri og øðrvísi tiltak, ætlað mammum og pápum – við børnum.

Heilsufrøðingar vóna góða undirtøku, bæði av mammum og pápum.

Á skránni verða ymiskar framløgur um m.a.
• Rørslu- og sansamenning hjá lítla barninum
• Suttan og tað lítla barnið
• Málmenning
• Nærvera og miðlar

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður setur tiltakið og Martin Joensen fer at syngja.

Møguleiki er at keypa kaffi, the og ábit fyri 25 kr.




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300