03-09-2013

“Eru tit klár” – instruktørar!

Allir heilsufrøðingarnir í Gigni hava á vári 2013 lokið prógv sum instruktørar í at fyriskipa foreldrafyrireikingarskeið, sum á donskum eitur “Klar til barn”.

“Klar til barn” verður á føroyskum nevnt “Eru tit klár”.

Talan er um eitt skeið, har komandi foreldur møtast í bólki 4 ferðir íalt. 2-3 ferðir í viðgongutíðini og síðani eftir føðing.

Endamálið er, at:

-Styrkja førleikan hjá luttakarunum at vera foreldur, so tey 1) Kunnu bera seg soleiðis at mótvegis barni sínum, at tað fremur tilknýtið til barnið, 2) fáa innlit í seg sjálvi sum komandi foreldur og 3) geva størri trygd í trivnaði, menning og heilsu barnsins.

-Læra foreldrini, hvussu tey takkla støður, tá tey fáa innskot um at fara óhóskandi um barnið.

-Bæði pápar og mammur verða styrkt á virknan hátt, so tey stuðla barninum í menningini – og at tey samstarva og styrkja sín felagsskap um barnið.

-Mammur og pápar læra, hvussu tey, hvør sær og saman, handfara ovbyrjan, sum kann streingja tey sum foreldur.

-Geva foreldrunum møguleikar at gera nakað við tað máttloysi, sum øll foreldur onkuntíð koma í.

-Geva foreldrunum kunnleika um, hvar tey kunnu fáa hjálp til sín sjálvs og barnið, og at tey leita sær hjálp, um teimum tørvar hana.

Gigni arbeiðir í dag fyribyrgjandi og heilsufremjandi við traditionellari heilsufrøðiligari tænastu, sum aloftast byrjar, tá barnið er komið í verðina. Við tænastuni “Eru tit klár” ber til at økja fyribyrgjandi og heilsufremjandi fyriskipanina til at byrja tíðliga, og meðan mamman gongur við barninum. Hetta fer at styrkja hitt skjóta átakið, sum av sonnum er hitt besta at skapa góðar fyritreytir fyri, at barnið kann mennast likamliga, sálarliga og sosialt, eins og at styrkja foreldraførleikan.

Visjónin er, at foreldrini gjøgnum “Eru tit klár” fáa møguleika fyri einum felags støði í foreldraskapinum.

”Eru tit klár” er eitt foreldrafyrireikingarskeið, sum at byrja við í 2005 hevði sum høvuðsendamál, at fyribyrgja harðskapi og óskynsamari atferð móti børnum, eins og tað var bjóða foreldrum við serligum avbjóðingum. Tá skeiði varð evaluera og endurment í 2011 vístu royndirnar, at skeiði var vælegnað til øll foreldur og ikki bert fyribyrgdi harðskapi og óskynsamari atferð móti barnið/børnum, men var mennandi í mun til foreldraførleikan í síni heild. Tí er skeiði í dag ment til at vera eitt foreldrafyrireikingarskeið ætlað øllum foreldrum, sum eitt “early intervention” tilboð innan fyribyrgjandi og heilsufremjandi arbeiði.

Í Danmark vóru tað sundhedsplejersken.dk ApS og Udviklingsforum I/S, sum vunnu útbjóðingarnar frá Socialstyrelsen og mentu hugtakið aftan fyri Klar til barn – bæði í 2005 og í 2011.

Else Guldager, heilsufrøðingur ph.d. og Vibeke Samberg, heilsufrøðingur cand. Scient. Soc., og onnur meginfólk í menningartilgongdini í Danmark, eru ráðgevar hjá Gigni í Føroyum í sambandi við menning og ígongdsetan av “Eru tit klár” her heima. Tær hava samstundis staðið fyri útbúgvingini sum instruktørar, í samstarvi við leiðsluna í Gigni.

Av tí at Socialstyrelsen hevur upphavsrættin til Klar til barn, varð somuleiðis neyðugt við skrivligum loyvi til at byrja “Eru tit klár” í Føroyum. Hetta loyvið varð givið Gigni – heilsufrøði til børn & ung í 2012.

Til ber at lesa meira um “Eru tit klár” á donsku heimasíðuni http://www.klar-til-barn.dk/

Gigni arbeiðir nú við fyrireikingum til at byrja skeiðið "Eru tit klár", sum eitt tilboð til øll komandi foreldur í Føroyum og vónar, at hetta kann setast á stovn sum eitt alment tilboð skjótast gjørligt.



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300