21-09-2016

Kunning um skrubb

Í Gigni eru vit vitandi um, at í seinastuni eru nakrir tilburðir av skrubb (Scabies) staðfestir í Føroyum.

Orsøkin til at børn, ung, ella vaksin fáa skrubb er, at ein hevur fingið eina skrubbmottu á húðina. Skrubb kemur ikki av vantandi reinføri - øll kunnu fáa skrubb. Skrubb kann fyribyrgjast, og kann lættliga viðgerast.

Skrubb skriðar sera illa og serstakliga um náttina. Tað ganga 2-3 vikur frá tí ein er smittaður, til skriðin byrjar. Ein kann smitta í hesum tíðarskeiði.

Tann sum hevur skrubb, skal viðgerast skjótast tilber, og samstundis skulu øll í húsinum viðgerast.

Fá meiri kunning í hesum faldara


Les meiri her



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300