01-01-2013

Spennandi evnisdagur

29. apríl 2013 frá kl. 09:00 - 16:00 skipar Ættleiðingarfelagið fyri sera áhugaverdum evnisdegi um at skilja, ráðgeva og viðgera ættleidd børn og ung. Skeiðið er ætla yrkislærdum fólkum, ið arbeiða við og hava áhuga í ættleiddum børnum og ungum.

Ættleiðingarfelagið hevur fingið Anne Jensen, Cand. spych. til Føroyar at hava evnisdagin. Anne hevur nógvar royndir við ættleiddum børnum og ungum, millum annað er hon PAS-konsultentur. PAS stendur fyri Post Adoption Service.

Til ber at lesa meira um Anne á http://www.psykolog-aarhus.com/

Freistin at melda til er 15. apríl.

Luttøkugjald skal gjaldast á kontu 6460 1693702 í BankNordik.

Viðheftur er faldari um skeiðið.


Les meira um Anne Jensen

Les meira um skeiði



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300