15-04-2011

At mála páskaregg

Flest børn gleða seg til hugnaliga páskasiðin, at mála egg, fyri síðan at rulla egg úti í náttúruni saman við foreldrum og vinum. Hetta er eisini eitt sera frálíkt høvi hjá foreldrum, at stuttleika sær saman við børnunum og fáa eitt felags upplivilsi, av øllum tí spennandi og vakra sum várið hevur okkum í boði.
Tað mest vanliga er at fyrst at blása og síðan at mála høsnaregg. Vandi kann o verða fyri smittu við salmonella

Salmonellan kann vera uttan á skalinum og inni í egginum.

Her eru nøkur góð ráð, ið kunnu fyribyrgja smittu við salmonella:
· Turka eggið við einum reinum turrum lappa
· Spritta eggið av við vanligum hondspritti, fyri at reinsa yvirflatuna á egginum.
· Prika hol á skalið á egginum og blommuna við einari langari nál, so rennur tað sjálvt úr eygginum.
· Mælt verður frá at seta munnin móti egginum fyri at blása.

Salmonellabakterian doyr ikki av at skolda eggini.

Danska Føðivørustýrið mælir til at foreldur spritta yvirflatuna á egginum, áðrenn farið verður undir at blása og/ella mála egg til páska.

Um eggini verða kókað í 12 minuttir, er vandin fyri salmonellusmittu burtur.

Annars eru góð ráð at vaska hendur eftir at ein hevur rørt við egg, fyri ikki at flyta møguligar salmonellabakteriur víðari.

Hond desifiserandi sprit 70% kann nýtast. Mælt verður frá at nýta húsarhaldssprit.
Eggini kunnu litast við ymiskum spennandi náttúru litum. Tildømis ber til at kóka egg við reyða skalinum av reyðleyki, við gurkumeju, kaffi, reyðrót v.m




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300