21-06-2011

Koppseting móti meslingum

Seinastu tíðina eru meslingar farnir at ganga runt um í Europa, eisini í Danmark. Í hesum sambandi verður heitt á foreldur, hvørs barn ikki er koppsett móti meslingum, um at fáa hetta gjørt. Serstakliga áðrenn farið verður at ferðast við barninum.

Meslingakoppsetingin er ein av trimum koppsetingum í MFR koppsetigini, sum er eitt ókeypis tilboð til øll børn í Føroyum frá 0 - 18 ár.

MFR koppsetingin verður vanliga givin tá barnið er 15 mðr. og aftur tá barnið er 4 ár (fyrr 12ár).

Koppsetingin virkar eins væl, óansæð aldur, og tí verður tilmælt ungum og vaksnum, ið ikki hava fingið vanligu koppsetingarnar sum børn, um at lata seg koppseta móti meslingum.

Meslingar smitta sera illa, eisini í almenna rúminum, sum t.d. á flogvøllum. Tí er lætt, at ein verður smittaður, eins væl og at bera smittuna heim við sær.

Tilmælt verður sostatt:

- at øll børn verða koppsett sambært almenna tilboðnum, har MFR verður givin tá barnið er 15 mðr. og 4 ár (fyrr 12 ár)

- at foreldur syrgja fyri, at børnini eru koppsett móti MFR (meslingar, fárasjúka og reydlingar), áðrenn farið verður at ferðast

- at ung og vaksin, sum ikki eru koppsett sambært almenna tilboðnum verða koppsett við MFR

Tú kanst lesa meira um meslingar her:

Faldari: Smitsomme sygdomme hos børn og unge


http://www.sst.dk/Sundhed%20og%20forebyggelse/Smitsomme%20sygdomme/Maeslinger.aspx

http://www.ssi.dk/Aktuelt/Temasider/Maeslingetema.aspx

http://www.ssi.dk/Service/Sygdomsleksikon/M/Maeslinger.aspx



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300