12-05-2011

Minningargudstænasta fyri tey sum hava mist pinkubørn

Sunnudagin 8 maj var Sandvíkar Kirkja karmur um minningargudstænastu fyri tey sum hava mist pinkubørn. Jónsvein Bech prestur helt minningarhaldið.

Ein sjálvhjálparbólkur fyri foreldur, sum hava mist pinkubørn, hevur verið virkin í Suðuroynni í 2 ár. Bólkurin hevur verið skipaður undir Gigni, og var tað Gigni og sjálvhjálparbólkurin sum skipaðu fyri gudstænastuni.

Á mammudegnum í fjør skipaðu Gigni og bólkurin fyri líknandi gudstænastu í Porkeris Kirkju, og er ætlani at hava hetta sum eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári, og var mammudagurin í ár aftur valdur at minnast í.

Gudstænastan var ikki einans ætlað teimum, sum hava verið í sjálvhjálparbólki, men øllum, sum hava eitt pinkubarn at minnast.

Foreldur og avvarðandi vóru sera glað um gudstænastuna, og upplivdu serliga tað at kunna tendra ljós fyri teirra mistu børnum, sum nakað rørandi og gevandi.

Eftir gudtænastuna varð bjóðað til drekkamunn í skúlanum í Sandvík.




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300