10-05-2010

Minningargudstænasta fyri tey sum hava mist pinkubørn

Porkeris Kirkja var sunnudagin 9.mai karmur um minningargudstænastu fyri tey, sum hava mist pinkubørn.

Í gjøgnum eitt ár hava foreldur sum hava mist pinkubørn verið í sjálvhjáparbólkið sum Gigni – heilsufrøði til børn og ung, hevur skipað fyri. Bólkurin tók stig til at hava minningargudstænastu, fyri at foreldur, systkin, ommur, abbar, og øll avvarðandi kundi fáa høvi at minnast teirra lítla barn.

Gudstænastan var ikki bert ætla bólkinum, men øllum sum hava eitt pinkubarn at minnast.

Patrick de Neergaard, prestur í Vági, prædikaði til gudstænastuna.

Aftaná gudstænastuna var drekkamuður í Húsinum við Á í Porkeri.




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300