10-05-2010

Føroysk heilsutænasta í Jakarta, Indonesia

Røða hjá Aksel V. Johannesen, landsstýrismanni – Føroysk heilsutænasta í Jakarta, Indonesia

Gott kvøld øll somul!

Tað er mær ein stór gleði at bjóða tykkum at verða vælkomin til hetta tiltakið, sum Gigni og Heilsumálaráðið í felag skipa fyri í sambandi við at starvsfólk hjá Gigni hava luttikið í heilsufrøðiligum hjálpararbeiði í Jakarta í Indonesia. Eg eri spentur upp á at hoyra tær báðar Ingvør Justinussen og Bjørghild Djurhuus greiða frá, um hvussu tað hevur gingist í Indonesia.

Gigni er ein stovnur, sum røkir nakrar av teimum týdningarmiklastu uppgávunum, sum vit hava sum samfelag. Hvønn dag eru tit um okkara børn – bæði tey smæstu og tey ungu. Tit veita fyribyrgjandi og heilsufremjandi tænastur til barnafamiljur, børn og ung. Og tit eru ein miðsavnandi vitanar- og ráðgevingarmiðdepil, ið raðfestir heilsu og trivnað hjá børnum, ungum og familjum í Føroyum.

Tænasturnar, sum tit veita, hava vit borgarar og samfelag notið gott av í fleiri áratíggjur. Og nú er tað gleðiliga hent, at eisini fólk í so fjarskotnum stað sum í Jakarta fara at njóta gott av førleikunum hjá heilsufrøðingunum hjá Gigni.

Onkur spyr kanska, hví vit skulu luttaka í slíkum samstarvi – kanska serliga nú, tá tað sansar at fíggjarliga hjá okkum sjálvum. Men eg meti avgjørt, at vit eiga at luttaka í altjóða menningarsamstarvi – tí tað er so sjálvsagt at vit eiga at verða við til at hjálpa, har vit kunnu. Tað eru samfelagsbólkar heima hjá okkum, ið liva undir trongum korum, men samanlíkna vit okkum við fleiri partar av heiminum, so liva vit í reinari luksus, og tí er tað okkara skylda, bæði út frá einum sjónarpunktið um næstrakærleika og altjóða solidariteti, at hjálpa eftir førimuni.

Hóast vit, í altjóða høpi, eru fá og smá, so hava vit eisini okkara ábyrgd og skyldur í altjóða samfelagnum, og vit kunnu gera mun! Henda verkætlanin hjá Gigni er eitt framúr gott dømi um hetta.

Seinnu árini hava Føroyar fingið ein virknari menningar- og neyðhjálparpolitikk. Stuðulin hevur higartil í høvuðsheitum verið latin verkætlanum, sum snúgva seg um heilsu og útbúgving.

Tá tað snýr seg um altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp hevur landsstýrið lagt seg eftir at samstarva við aðrar felagsskapir – bæði sjálvbodnar hjálparfelagsskapir og stjórnarfelagsskapir. Henda verkætlanin, sum Gigni nú er ein partur av í Indonesia er eitt úrslit av hesum, og verður hetta gjørt í samstarvi við felagsskapin Mercy Corps.

Mercy Corps hevur fingið eina áheitan um at skipa fyri heilsufrøðiligum tilboðum í Jakarta – og skal hetta verða skipað eftir sama mynstri sum Gigni. Yvirskipaða endamálið við hesum arbeiði er at betra um heilsustøðuna hjá børnum í Jakarta og harvið minka um barnadeyðan, sum er ein stórur trupuleiki. Arbeiðið sum Gigni og Mercy Corps eru farin undir verður skipað í stigum. Í fystu atløgu verður dentur lagdur á heilsuveitingar, sum viðvíkja teimum minstu børnunum. Og við tíðini er ætlanin at víðka tilboðini, so tey eisini fara at fevna um tey størru børnini og enn fleiri virkisøkir.

Tit í Gigni hava sagt fyri mær, at í Føroyum hava vit eisini fingið nógv burturúr hesum samstarvi. Fyrireikandi arbeiðið í sambandi við verkætlanina í Jakarta hevur havt við sær, at Gigni neyvt hevur viðgjørt tær tænastur, sum stovnurin veitir. Og við støði í hesum hevur Gigni eisini verið inni í eini tilgongd, sum hevur havt við sær, at arbeiðið hjá teimum eisini hevur verið ment. Hetta er at fegnast um. Men vit eru fyrst og fremst við í menningar- og neyðhjálpararbeiði úti í heimi fyri at hjálpa teimum, sum hava veruligan tørv á hjálp.

Takk fyri og framhaldandi góða eydnu við verkætlanini.




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300