"Síðsti skúladagur"

- ein góður “síðsti skúladagur” er eisini ein foreldrauppgáva!

So nærkast summarferian og harvið eisini próvtøkan og “síðsti skúladagur”. Í hesum sambandi verður ofta skipa fyri stórari veitslu fyri næmingunum ið eru liðug í fólkaskúlanum.

Sjálvt um tað í stóran mun er skúlin og næmingarnir ið fyrireika veitsluna, er tað tó eisini uppgávan og ábyrgdin hjá foreldrunum, at teirra barn kemur væl og trygt gjøgnum “síðsta skúladag”.

Gigni ynskir tí at heita á øll avvarðandi foreldur um, ikki bert at verða á síðulinjuni, men at spyrja inn til, bjóða seg fram og hjálpa næmingunum at gera avtalur, so t.d. veitslan kann haldast í tryggum rammum og gerast ein hugnalig og stuttlig staðfesting av at skúlatíðin í fólkaskúlanum nærkast endanum.

Nøkur góð ráð

Rúsdrekka:

Rúsdrekka kann føra við sær óvæntaðar støður fyri tey ungu. Tey flestu ungu eru kanska ikki von við at drekka rúsdrekka. Tískil er vandi fyri, at tey drekka ov nógv, umframt at tey kunna koma í óynsktar og óvæntaðar støður, tí tey ella onnur rundan um tey, eru ávirkaði av rúsdrekka.

Tosi saman um hvørjar væntanir tey ungu og tit sum vaksin hava í mun til rúsdrekka.

Tosi eisini um, hvussu tey ungu kunna handfara rúsdrekka og hjálpi teimum ungu at gera innanhýsis avtalur, eins og at handfara hesar.

Les meira um ung og rúsdrekka

Opna fartelefon:

Tað er týdningarmikið og trygt fyri tann unga, at hann altíð kann ringja til tín sum vaksin, um okkurt hendir og hann/hon hevur brúk fyri tær. Tendra fartelefonina og hav hana hjá tær. Sig við tann unga, at tú ert til taks. Syrg eisini fyri, at tann ungi hevur telefon og at t.d. pengar eru á, so tey kunna ringja.

Foreldrasamstarv:

Havi sum foreldur í flokkinum, ella t.d. foreldraráð,  samband við hvønn annan, og verið við til at gera “síðsta skúladagin” góðan. Tað er tykkara felags ábyrgd, at dagurin gerst so góður og tryggur sum møguligt fyri tey ungu.

Afturlatin veitsla:

Tað er eitt gott hugskot, at tey ungu og/ella fyrireikarnir eru tilvitaði um, hvønn veitslan er ætlað og hvør er bjóðaður við. Boð um eina veitslu breiðast skjótt við sms og/ella t.d. via facebook, og tí er skjótt, at onnur enn tey, ið eru bjóðaði við, møta til veitsluna. Hesi kunna til tíðir hava eina aðra dagskrá enn tann, ið var ætlað. Hetta kann gera at óvæntaðar støðar taka seg upp.

Tað kann vera torført hjá teimum ungu sjálvi at vísa øðrum ungum burtur og stýra, hvør verður latin inn til veitsluna. Tosa við tey ungu um hetta og bjóða tína hjálp um tað gerst neyðugt.

Vaksin til staðar:

Óansæð hvar ein veitsla verður hildin verður tilmælt, at vaksin eru til staðar, um okkurt skuldi gingið galið. Tey vaksnu kunna halda seg í “utjaðaranum”, t.d. í einum rúmi við síðuna av, so tey eru løtt at heita á, um tað gerst neyðugt, samstundis sum tað er lætt at halda eyga við veitsluni og hvussu gongur.

Trygt heimaftur:

Foreldur eiga at avtala, hvussu tey ungu koma trygt heimaftur aftaná veitsluna. Tað er týdningarmikið, at tey antin verða heintaði av foreldrunum, ella at tey fylgjast heim.

(Kelda: Det Kriminalpræventive Råd)
Ingvør Justinussen



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300