Børn 0 til 18 mðr.

Evnir í finnast á hesari síðuni:

Heimavitjan

Mammubólkar

Serbólkar

Telefonráðgeving

 

Heimavitjan

So skjótt sum møguligt aftan á at mamman og barnið eru útskrivað, setur heilsufrøðingurin seg í samband við heimið og avtalar eina vitjan. Síðan verður bjóðað familjuni 7-8 vitjanir, fleiri ella færri alt eftir tørvi.

Stórur dentur verður lagdur á

  • at menna nærsambandið millum móður og barn og pápa og barn
  • at samskifta um foreldraleiklut, menning/stimbran, bróstageving og tørvin hjá barninum
  • at tulka tekin (signal) hjá barninum og onnur viðkomandi heilsufremjandi viðurskifti 

Telefonráðgeving

Allir heilsufrøðingarnir hava telefonviðtalu, so møguleiki er at ringja og fáa ráðgeving ella at avtala eyka vitjan.

Mammubólkar

Heilsufrøðingarnir byrja mammubólkar, tá ið børnini eru 1-3 mánaðir gomul, og royna at skipa tað soleiðis, at allar mammur fáa tilboð um at vera við. Heilsufrøðingurin er við tær fyrstu ferðirnar.

Endamálið við mammubólkunum er

  • at styrkja sosiala trygdarnetið hjá famuljunum
  • at geva fakliga ráðgeving og undirvísing í evnum so sum bróstageving, foreldraleikluti, uppaling, at seta mørk, tilknýti/nærsamband, fyribyrging og mati til barnið
  • at mammurnar fáa høvi í felag at tosa um viðurskifti viðvíkjandi tí at vera ein familja 

Serbólkar

Av og á verður eisini skipað fyri serbólkum. Hetta eru tilboð, ið heilsufrøðingurin stovnar eftir tørvi, til dømis

  • ungar mammur
  • tvíburabólkar
  • ov tíðliga fødd børn
  • ættleidd børn

 



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300