Skúlabarnið í 2. til 7. flokki

Persónlig viðtala

Heilsufrøðingurin miðar eftir, at øll skúlabørnini fáa eina persónliga viðtalu um árið. Har verður millum annað tosað um, hvussu barnið hevur tað og hvussu tað trívist í skúlanum og heima.

Barnið er altíð vælkomi at venda sær til heilsufrøðingin, um tað er eitthvørt, barnið ynskir at tosa um.

Harafturat verður eisini gjørd:

  • Árlig eygnakanning
  • Hædd og vekt
  • Hoyriroynd í 7. flokki
  • Litsjónarroynd í 7. flokki

Bólkasamrøður og undirvísing

Afturat teimum regluligu persónligu samrøðunum við børnini, hevur heilsufrøðingurin eisini bólkasamrøður og í summum førum floksundirvísing.

Evni í bólkasamrøðum og í floksundirvísingini verða lagað eftir aldri og kunnu til dømis vera: kropsfatan, kenslur, trivnaður, kynsbúning, rørsla, reinføri, happing, ferðsla, kostur, misnýtsla, bólkar/bólkatrýst, insest o.s.fr.

Vanliga tænastan til skúlabørn fer fram í skúlanum. Hetta fevnir eisini um møguleikan hjá foreldrum at koma til viðtalu.

Heimavitjanir til skúlabørn

Vanliga tænastan til skúlabørn fer fram í skúlanum. Hetta fevnir eisini um møguleikan hjá foreldrum at koma til viðtalu.

Umframt hesa tænastu kann heilsufrøðingurin eisini gera avtalu við foreldrini um heimavitjan, um serlig viðurskifti gera seg galdandi.

Foreldraviðtala og -ráðgeving

Áðrenn heilsufrøðingurin kannar børnini, fáa tey ein seðil heim við, sum foreldrini fylla út saman við barninum. Er tað so, at foreldrini vilja hava viðtalu við heilsufrøðingin, kunnu tey annaðhvørt viðmerkja tað á seðilin ella ringja og fáa eina tíð til samtalu.

Tá ið heilsufrøðingurin hevur havt viðtalu við børnini, setur hann seg í samband við foreldrini, um tað er eitthvørt við barninum, sum órógvar hann.

Samskifti við skúlan

Áðrenn og aftan á, at heilsufrøðingurin kannar børnini, tosar hann við flokslæraran.

Teir heilsufrøðingar, sum arbeiða við skúlabørnum burturav, eru dagliga á skúlanum, meðan teir, sum arbeiða bæði við smábørnum og skúlabørnum, koma á skúlan ávísar dagar.

Eisini eru heilsufrøðingarnir við til foreldrafundir av og á.

Telefonráðgeving

Allir heilsufrøðingarnir hava ásetta telefonviðtalu umframt fartelefon, so møguleiki er at ringja og fáa ráðgeving.


 

 

Útskriva skjalið Send skjalið
 


 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300