Hvat síggi eg?

- tekin til likamligan og/ella sálarligan harðskap

Ofta kann tað vera trupult hjá okkum, sum eru rundanum børn og familjur ið eru fyri harðskapi at vita, hvat tað er, sum vit eiga at vera varug við. Heilsufrøðingarnir í Gigni eru vanir við at tosa við og eygleiða børn og ung. Í hesum sambandi eru teir eisini ofta varugir við tekin og signalir, sum børn og ung vísa.

 

Børn og ung, sum trívast illa, hava ofta eina órógvandi atferð. Henda atferð kann vera ein fylgja av ymiskum viðurskiftum, so sum umsorganarsvíki, men atferðin kann eisini vera ein fylgja av likamligum og/ella sálarligum harðskapi. Tað eru tó fleiri tekin, sum vit eiga at vera varug við hjá børnum og ungum, sum vísa at barnið ikki trívist og møguliga hevur verið fyri harðskapi.

 

Hesi kunna t.d. vera:

 

  • Likamlig tekin, so sum blá merkir, sár o.a.
  • Aggressiv atferð, vreiði og illsinnisherðindi, uttan eyðsýnda orsøk
  • Harðlig atferð
  • Trupulleikar við at handfara ósemjustøður
  • Nógva sjúkrafráveru á t.d. stovni ella skúla
  • Bangin fyri at fara heim - rýmur heimanífrá
  • Innanhokni og illgrunasemi
  • Sleppur sær undan ella hevur eina avvísandi atferð mótvegis vaksnum
  • Grunnskygt samband við vinir og spælifelagar
  • Likamligar (somatskar) reaktiónir, so sum ilt í búkinum, høvuðpínu o.s.fr.
  • Órólig og fjáltursmerkt atferð

 

Tað er týdningarmikið at vera varugur við, at tað sum oftast ikki eru týðulig tekin til at harðskapur fer fram. Tað finst ongin ótømandi listi við teknum og signalum til harðskap.

 

Sjálvt um eitt barn hevur eina órógvandi atferð, nýtist tað ikki at merkja at barnið er fyri harðskapi. Hinvegin royna flestu børn og ung ofta at goyma, at tey eru ella hava verið fyri harðskapi. Í nøkrum førum kann barnið ella tann ungi síggja út til at verða uttan árin og/ella tekin til at hava verið fyri harðskapi.

 

Tekin og signalir nýtast ikki at merkja, at harðskapur er farin fram, men tey eiga altíð at viðføra, at vit kanna støðuna og umhugsa hvat ið eigur at verða gjørt, fyri at betra støðuna hjá barninum ella tí unga.

 

Sum vaksin eiga vit altíð at vera tilreiðar at síggja og lurta eftir teknum og signalum, ið barnið ella tann ungi vísir okkum. Serliga eiga vit at reagera, um eitt barn ella ein ungur knappliga broytur atferð, ella um sama barn ella ungur vísir fleiri av teknunum, sum kunna verða tekin til at harðskapur fer fram.

 

Tað týdningarmesta fyri barnið ella tann unga er, at tað í minsta lagi er ein vaksin, sum barnið ella tann ungi trygt kann fara til, sum lurtar og tekur tey í álvara og, sum eisini kann hjálpa við, at steðga harðskapinum.

 

Ert tú fyri harðskapi, ella ert tú ørkymlað/-ur um atferð, tekin og signalir hjá einum barni ella ungum, ert tú altíð vælkomin at venda tær til Gigni ella beinleiðis til heilsufrøðingin á avvarðandi skúla ella smábarnaøki.  

 

Ingvør Justinussen, Gigni

 

Kelda: Vores ansvar



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300