Komandi foreldur

Sum komandi foreldur kunna tað vera nógvir spurningar og yvamál sum stinga seg upp. Øll komandi foreldur kunna venda sær til heilsufrøðingin um ráð og vegleiðing. 

Sum er, er ikki orka til at bjóða øllum komandi foreldrum eina vitjan áðrenn barnið kemur. Tískil verður hetta bert gjørt eftir ynski frá foreldrunum, ella eftir áheitan frá jarðarmóður ella øðrum myndugleika.

Um talan er um serligan tørv, verður hetta raðfest framum.

Í bóklinginum Barn i vente ber til at lesa meira um at blíva foreldur, viðgongutíð, føðing o.s.fr.

Heimasíðan Den bedste start er um hvussu tú/tit kunna verða við til at geva tykkara barnið eina góða byrjan.

At gerast foreldur er ein sera stór uppliving. Tað kann tó eisini kennast sum ein sera stór avbjóðing at hava ábyrgdina av lítla barninum, og ikki altíð kennist tað so gott sum ein frammanundan hevði ímynda sær. Fyri nógvar mammur og pápar kann tíðin eftir føðing kennast ørkymlandi og tey eru troytt, kedd o.s.fr. Hetta kunna vera tekin til eina eftirføðireaktión og um ein kennir tað so, er týdningarmikið at tora at seta orð á kenslurnar ein hevur um at vera foreldur og í mun til barnið. Tosa við onkran tú hevur álit á um hvussu tú kennir tað. Tú ert altíð vælkomin at tosa við heilsufrøðingin, eisini um hetta.

Les meira um Burðartunglyndið

Nýggi pápin

 

 


 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300