Hvat er uppaling?

Ein vegvísari er ein, sum vísir tær vegin fram, og er hetta ein mynd av tínum leikluti sum foreldur. Síggj teg sjálvan sum vegvísarin hjá barni tínum, við eini týdningarmiklari uppgávu, ið tú á bestan hátt roynir at loysa.

Barnið er komið til verðina og sum foreldur eru vit sera spent at fara undir hetta nýggja tíðarskeiðið í lívinum. Men hvussu gera vit tá barnið grætur? Hvussu tá ósemjurnar íkoma? Tá tað lítla barnið vil keypa slikk í Miklagarði og eg havi avgjørt at í dag keypa vit onki slikk? Hvussu gerst mítt barn vælvant? Mong høvdu nokk ynskt at ein brúkaravegleiðing fylgdi við, tá móðurkakan kom út, men soleiðis er ikki!

Men hvat er uppaling? Tá eitt barn uppførir seg væl, siga vit at tað er vælvant, men uppaling er nógv meira enn tað. Uppaling er, í øllum brøgdum, at vera vegvísari. At tú vísir barninum, bæði við tí tú sigur og tí tú gert, hvussu ein er í lívinum og samfelagnum sum heild. Tú ert fyrimyndin hjá barni tínum, bæði í gerðum og orðum.

At uppala er at vera vegvísari. Uppaling er somuleiðis nærleiki, at leggja til merkis, at viðurkenna, at góðtaka og eftirgerða.

Tað er uppaling:

  • at hjálpa barninum við at finna sítt pláss í húskinum og í samfelagnum
  • at geva barninum livireglur fyri, hvussu vit eru saman við øðrum  menniskjum
  • at læra barnið, hvat ið er rætt, og hvat ið er skeivt, hvat ið er vandamikið, hvat ið er forboðið

Uppaling er eisini ein máti at vísa kærleika og umsorgan, við:

  • at vera saman við barninum, so at tað merkir, at tað er elskað og verður virt
  • at royna at skilja, hvør ið barnið er, og royna at síggja málið úr barnsins støðu ella sjónarhorni
  • at góðtaka kenslurnar hjá barninum, eisini illsinni og vónbrot
  • at ugga og kortini standa við tað, ein sjálv/ur heldur vera best fyri barnið

Uppaling, sum stuðlar og mennir, er tá ið tit:

  • vísa gleði um alt tað, sum barnið dugir
  • læra barnið reglurnar í húskinum
  • vísa, hvat ið tit kenna á tykkum, hvat ið tykkum dámar, hvat ið tykkum ikki dámar, og hvørja støðu, tit hava
  • eru opin og vísa, at tit skilja ynski og sjónarmið, sum barnið hevur
  • vísa, at tit eru takksom fyri barnsins góða vilja
  • siga týðiliga, hvørjum tit taka undir við, og ikki taka undir við
  • vísa, at tit skilja kenslurnar hjá barninum og eru fús at ugga, tá ið okkurt er, sum ikki ber til
  • gera gerandisdagin so greiðan og einfaldan sum gjørligt við at siga frá, hvat ið hendir um eina løtu, beint nú, og hvat ið hevur verið
  • skapa fastar og afturvendandi siðir og karmar, sum eru lættir at kenna aftur og gera gerandisdagin skiljandi
  • minnast, hvussu tað kendist, tá ið tit sjálv vóru smá, og okkurt ikki gekk eftir vild
  • geva barninum ábyrgd, ið svarar til tað, sum tað megnar
  • taka ábyrgd av tí, sum fer fram ímillum tykkara og barnið
  • nýta hugflog og skemtingarsemi, tá ið kuril er komin á samspælið
  • læra barnið at loysa smáar praktiskar uppgávur, so skjótt tað dugir tað
  • vísa, hvussu menniskju vísa hvørt øðrum fyrilit
  • vísa, hvussu menniskju eru blíð og beinasom hvørt ímóti øðrum
  • vísa, at tit mistaka tykkum og eru fús at rætta mistakið.

Tað er við til at geva barninum:

  • SJÁLVSKENSLU
  • SJÁLVSVIRÐI
  • ÁLIT Á FORELDRUNUM
  • ÁLIT Á HEIMINUM
  • ÁLIT Á SÆR SJÁLVUM
  • STOLTLEIKA
  • GLEÐI
  • ÁBYRGDARKENSLU
  • SJÁLVBJARGNI
  • UMSORGAN FYRI ØÐRUM
  • FYRILIT FYRI ØÐRUM

Uppaling, sum kúgar barnið og darvar menningini hjá tí, er, tá ið tit:

  • finnast at barninum
  • halda tað fyri gjøldur
  • eyðmýkja tað
  • koma við hóttanum ímóti tí
  • niðra barnið við at samanbera tað við onnur børn
  • geyla upp í eyguni á tí
  • geva tí ein brest
  • fleingja tað
  • taka harðliga í armin á tí
  • rista í barnið
  • læsa barnið inni
  • vísa tí vanvirðisliga frá tykkum við kensluligum kulda
  • renna tað í song sum revsing.

Tað kann vera við til at geva barninum:

  • KENSLUNA AV SKYLD OG SKOMM
  • UNDIRLUTAKENSLUR
  • ÓTRYGGLEIKA
  • MINNI SJÁLVSÁLIT
  • TRUPULLEIKAR VIÐ AT KENNA KENSLUR SÍNAR
  • MISÁLIT
  • TREISKLEIKA
  • ÓTTA
  • ØÐI
  • HEVNDARHUG
  • HATUR
  • TREGA
  • FRIÐLOYSI
  • SORG

 

Eitt pinkubarn kann ikki uppalast.
Eitt pinkubarn kann ikki verða forkelað nóg nógv!
Pinkubørnum tørvar eymleika, ans, kærleika, mat og turra blæu.
Pinkubørn kunnu ikki útseta sín tørv.
Pinkubørn eru ikki listilærd og lúrin, og tey lumpa ikki foreldur síni. Tey hava ikki skil fyri tí.

 

 


 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300