Hvat er Klamydia?

Klamydia er ein ein bakteria, sum er orsøkin til mest vanligu kynssjúkuna millum ung, eisini í Føroyum. Klamydia smittar við samlegu.

 

Hvussu nógv hava Klamydia?

Klamydiaátakið 2010 vísti, at av teimum sum lótu seg kannað, høvdu 7 % Klamydia. Líknandi kanningar aðrastaðni vísa, at millum 5 og 8 % hava Klamydia. Hildið verður, at umleið 7. hvør ungur í Føroyum antin hevur ella hevur havt Klamydia.

 

Hvussu veit eg at eg eri smittað/-ur við Klamydia?

Meira enn helvtin av monnunum og umleið 2. hvør kvinna, hava ongi sjúkueyðkenni av smittu við Klamydia. Tí kanst tú hava Klamydia uttan, at merkja nakað til tað, eins og tú lættliga kanst smittað onnur uttan, at vita av tí.

 

Møgulig sjúkueyðkenni til Klamydia hjá manninum/dronginum:

·        Útflot og skriði við urinrørið

·        Svian og pína tá tú pissar

·        Útflot úr endatarminum

 

Meira enn helvtin av monnunum hava ongi sjúkueyðkenni, sjálvt um teir hava Klamydia.

 

Møgulig sjúkueyðkenni til Klamydia hjá kvinnuni/gentuni:

·        Svian og pína tá tú pissar

·        Óvanliga nógv og gulligt útflot

·        Bløðing uttan at tú hevur menstruatión og bløðing eftir samlegu

·        Pína í undirlívinum alla tíðina, ella møguliga bert við samlegu

·        Nógva pínu í undirlívinum og fepur (undirlívsbruni)

 

Onnur hvør kvinna/genta hevur ongi sjúkueyðkenni, sjálvt um tær hava Klamydia.

 

Hvussu kann eg finna útav um eg havi Klamydia?

Tú kanst venda tær til læknan og verða kannað/-ur fyri Klamydia.

 

Lat teg kannað um tú:

·        Hevur havt samlegu uttan at nýta hít

·        Hevur tekin til at tú hevur Klamydia

 

Hvat hendir um eg ikki fái viðgerð fyri Klamydia?

Kvinnur/gentir ið ikki fáa viðgerð fyri Klamydia eru í vanda fyri at fáa álvarsligar fylgjur av sjúkuni, so sum:

·        Undirlívsbruna

·        Óviljað barnloysið

·        Viðvarandi pínu í undirlívinum

·        Graviditet uttanfyri lívmóðurina

Klamydia kann gera tað verri fyri kvinnuna at gerast við barn, um hon ikki fær viðgerð, umframt, at graviditetur uttanfyri lívmóðurina kann vera sera vandamikil fyri kvinnuna.

 

Hjá monnunum hevur Klamydia ikki so álvarsligar fylgjur, hóast hon ikki verður viðgjørd, men kann verða ótespilig at ganga við. Hjá nøkrum førir hon tó til bruna í eistrunum.

 

Gev gætur: Tað er týdningarmikið at verða viðgjørdur, so tú ikki smittar onnur við Klamydia, hóast tú ikki merkir nakað til sjúkuna, ella ikki ert í vanda fyri, at fáa álvarsligar fylgjur av henni.

 

Er tað lætt at sleppa av aftur við Klamydia?

Ja, sum oftast er lætt at sleppa av við Klamydia. Klamydia verður viðgjørd við antibiotika, sum tú fært frá læknanum.

 

Hvussu fyribyrgi eg Klamydia?

Hítin er tað einasta sum verjir móti Klamydia, um tú hevur kynsligt samband.

 

Treytin er tó, at hon:

·        verður brúkt rætt

·        verður brúkt undir allari samleguni

 

Hítin er tað einasta, sum verjir teg móti Klamydia og øðrum kynssjúkum umframt, at hon eisini verjir kvinnuna/gentuna móti at gerast við barn.

 

Nýtist nøkrum at vita, at eg havi Klamydia?

Ja, tí tú kanst fyribyrgja, at núverandi ella fyrrverandi partnari hjá tær smittar onnur, tí hann/hon ikki veit at hann/hon hevur Klamydia.

 

Tí er sera týdningarmikið, at tú sigur við núverandi partnara, ella tann tú hevur havt samlegu við teir síðstu 6-12 mðr., at tú hevur Klamydia.

 

Keldur:

Sundhedsstyrelsen, www.sst.dk

Statens Seruminstitutt, www.ssi.dk

Klamydiaátakið 2010, Malan Egholm, Master of Public Health

Landslæknin, www.landslaeknin.fo

 

 

 

  Klamydia - Hvat er tað? (2,0 MB)
Faldari um Klamydia
  Har du Sex (324,6 KB)
Faldari um kynssjúkur


 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300