Ókeypis koppseting fyri lívmóðurhálskrabbamein

 

Nú kanst tú verða koppsett ókeypis, tá tú fyllir 12 ár

Allar gentur/kvinnur, sum eru føddar 1. januar 1985 ella seinni - og sum hava fylt 12 ár - verða koppsettar ókeypis fyri lívmóðurhálskrabbamein. 

Koppsetingin skal verða liðug, áðrenn gentan/kvinnan fyllir 28 ár. Um tú ikki er liðugt koppsett, áðrenn tú fyllir 28 ár, rindar tú sjálv tann partin av koppsetingini, sum restar í.

Hví skal eg koppsetast móti HPV?

Verður tú koppsett, er vandin fyri at fáa lívmóðurhálskrabba minni. Tað finnast nógv sløg av HPV-virusi. Henda koppseting verjir eisini ímóti fleiri øðrum sløgum av krabbameini í kynsgøgnunum.

Hvat er HPV-virus?

HPV er eitt ógvuliga vanligt virus, serliga ímillum tey ungu. Virusið smittar lætt, um tú hevur kynsligt samband við ein, sum hevur virusið. Hjá teimum flestu hvørvur brunin av sær sjálvum. Hjá øðrum verður virusið verandi og kann elva til kyknubroytingar, sum seinni í lívinum kunnu elva til lívmóðurhálskrabbamein.

Koppsetingin minkar um vandan fyri at fáa kynsfinnur

HPV kann elva til kynsfinnur (kønsvorter). Á sama hátt, sum til ber, at hava finnur á fingrum og fótum, ber til at fáa finnur á ella rundanum kynsgøgnini. Kynsfinnur eru ikki vandamiklar, men tær kunnu vera torførar at fáa burtur. Koppsetingin verjir ímóti teimum báðum sløgunum av HPV-virusum, sum elva til flestu kynsfinnurnar.

Tú skalt koppsetast, áðrenn tú verður smittað

Koppseting fyri HPV-virus virkar einans, um tú verður koppsett, áðrenn tú verður smittað. Tí skalt tú koppsetast so tíðliga sum gjørligt - helst áðrenn tú byrjar kynslívið.

Bið um tíð til ta fyrstu koppsetingina!

Hjáárin

Tú kanst blíva eitt sindur eym, reydlig og hovna, har tú ert stungin og nakrar gentur fáa eisini eitt sindur av fepri. Í hendinga førum sæst ein feril av ovurviðkvæmi. Les meira um hjáárin á http://www.sst.dk/stophpv

Hít minkar um vandan fyri smittu

Hóast tú verður koppsett, er tað týdningarmikið, at tú verjir teg við at brúka hít, tá kynslívið byrjar. Hítin verjir eisini ímóti at verða við barn, umframt kynssjúkum, sum Klamydia, HIV og kynsfinnum.

Hvussu fer koppsetingin fram?

Koppsetingin fer fram hjá egnum kommunulækna. Eftir koppsetingina skalt tú sita í 15 til 20 minuttir í bíðirúminum, soleiðis at kommunulæknin kann tryggja sær, at tú ikki verður illa fyri aftaná koppsetingina.

Fyri at koppsetingin skal virka, skalt tú koppsetast 3 ferðir innanfyri eitt ár!

  1. Læknavitjan. Ring og avtala tíð hjá tínum kommunulækna - tað er einki at bíða við.
  2. Læknavitjan. Skal vera umleið tveir mánaðir aftaná 1. læknavitjanina.
  3. Læknavitjan. Skal vera umleið 4 mánaðir eftir 2. læknavitjanina.

Tú kanst lesa meira um HPV, fyribyrging av lívmóðurhálskrabbameini og koppseting á:

Stop HPV

Heilsumálaráðið - 3 prik fyri lívið!

Sundhedsstyrelsen - HPV vaccination 

Krabbameinsfelagnum - HPV koppseting

  Ókeypis koppseting fyri lívmóðurhálskrabba (2,6 MB)


 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300