Góðar upplivingar - tín ábyrgd!

At vera tannáringaforeldur kann vera sera spennandi, men eisini sera avbjóðandi. Ein partur av at vera foreldur er at stúra ella verða óttafullur um tannáringin, sum skal finna seg sjálvan og læra at standa á egnum beinum. Hetta er ein náttúrligur partur av at vera foreldur, og (tíbetur) eru vit sum foreldur ofta óneyðuga bangin.

Um summarið eru sera nógv tiltøk at fara til, bæði sum familja og sum ungur saman við vinfólki. Festivalar, stevnur og onnur tiltøk eru nærum hvørt vikuskiftið, við nógvum upplivingum og avbjóðingum fyri tann unga - og foreldrini.

Nøkur góð ráð

Fyrihalt teg til støðuna

Ver týðilig vaksin. Verið opin og erlig, tosa við tann unga um støðuna, eisini um tað tit eru bangin fyri og óttafull um. Spyr tann unga, eisini um tað er nøkur grund hjá tykkum at vera bangin. Verð ikki bangin fyri at seta relevant mørk. Eru tit frustreraði, tosi so við onkran annan vaksnan um hetta - ikki tann unga.

Verð ein góð fyrimynd

Ver ein góð fyrimynd. Tað er sera týdningarmikið fyri tann unga, at tú ert ein góð fyrimynd. Tað sum hevur størstan týdning fyri unga barnið er atburðurin tú hevur úti og heima, eins og av kropsburðinum tú hevur í samveruni við tann unga. Tann ungi lærir mest av tí tú "ert" og "gert" og minst av orðunum tú sigur.

Umsorgan og álit

Umsorgan og álit er eitt tað týdningarmesta í sambandinum millum tann unga og foreldrini. Tann ungi hevur sera nógv brúk fyri tínari umsorgan, kanska mest, tá tað hendi, sum helst ikki skuldi henda. Minst til, at tú elskar barnið og ikki gerðina. Umsorgan og álit virkar betur enn kontrol og forhoyr, og álitið eigur at ganga báðar vegir.

Opna fartelefon

Verð til taks. Tað er týdningarmikið og trygt fyri tann unga, at hann altíð kann ringja til tín sum vaksin, um okkurt hendir og hann/hon hevur brúk fyri tær, líkamikið hvat er áfatt. Tendra fartelefonina og hav hana hjá tær. Sig við tann unga, at tú ert til taks. Syrg eisini fyri, at tann ungi hevur telefon og at t.d. pengar eru á, so tey kunna ringja.

Rúsdrekka

Rúsdrekka kann føra við sær óvæntaðar støður fyri tey ungu. Tey flestu ungu eru kanska ikki von við at drekka rúsdrekka. Tískil er vandi fyri, at tey drekka ov nógv, umframt at tey kunna koma í óynsktar og óvæntaðar støður, tí tey ella onnur rundan um tey, eru ávirkaði av rúsdrekka.

Tosi saman um hvørjar væntanir tey ungu og tit sum vaksin hava í mun til rúsdrekka.

Tosi eisini um, hvussu tey ungu kunna handfara rúsdrekka og hjálpi teimum ungu at gera innanhýsis avtalur, eins og at handfara hesar.

Les meira um ung og rúsdrekka

Foreldrasamstarv:

Havi sum foreldur í flokkinum, ella t.d. vinarflokkinum,  samband við hvønn annan, og verið við til at gera upplivingarnar góðar fyri tey ungu. Tað er eisini tykkara felags ábyrgd, at upplivingarnar gerast so góðar og tryggar sum møguligt fyri tey ungu.

Afturlatin veitsla

Um tann ungi skipar fyri ella skal í eina veitslu, t.d. føðingardags- ella floksveitslu, er tað eitt gott hugskot, at tey ungu og/ella fyrireikarnir eru tilvitaði um, hvønn veitslan er ætlað og hvør er bjóðaður við. Boð um eina veitslu breiðast skjótt við sms og/ella t.d. via Facebook, og tí er skjótt, at onnur enn tey, ið eru bjóðaði við, møta til veitsluna. Hesi kunna til tíðir hava eina aðra dagskrá enn tann, ið var ætlað. Hetta kann gera at óvæntaðar støðar taka seg upp.

Tað kann vera torført hjá teimum ungu sjálvi at vísa øðrum ungum burtur og stýra, hvør verður latin inn til veitsluna. Tosa við tey ungu um hetta og bjóða tína hjálp um tað gerst neyðugt.

Vaksin til staðar

Óansæð hvar ein veitsla verður hildin verður tilmælt, at vaksin eru til staðar, um okkurt skuldi gingið galið. Tey vaksnu kunna halda seg í “utjaðaranum”, t.d. í einum rúmi við síðuna av, so tey eru løtt at heita á, um tað gerst neyðugt, samstundis sum tað er lætt at halda eyga við veitsluni og hvussu gongur. Um talan er um festivalar ella stevnur, ber til hjá teimum vaksnu at vera nærhendis, so tey skjótt kunna koma til hjálpar um hetta gerst neyðugt.

Trygt heimaftur

Foreldur eiga at avtala, hvussu tey ungu koma trygt heimaftur frá stevnuni, festivalinum ella aftaná veitsluna. Tað er týdningarmikið, at tey antin verða heintaði av foreldrunum, ella at tey fylgjast heim. Sum foreldur hava vit ábyrgd fyri, at heimleiðin gerst so trygg sum møguligt.

(Ingvør Justinussen)



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300