Tá barnið byrjar í skúla

Við skúlabyrjan kemur barnið saman við foreldrunum til eina innskúlingarkanning og samtalu.

Kanningin fevnir um:

  • Funktiónskanning viðvíkjandi sansabúning og motoriskum førleika
  • Eygnakanning
  • Hoyriroynd
  • Litsjónarroynd
  • Hædd og vekt

Samtalan snýr seg eina mest um trivnaðin hjá barninum, og um tað møguliga eru serlig viðurskifti viðvíkjandi barninum, ið ein eigur at hava fyrilit fyri.

Tá barnið byrjar í skúla, byrjar eitt nýtt tíðarskeið í lívinum hjá barninum og foreldrunum. At byrja í skúlanum kann tykjast sera spennandi, men til tíðir eisini sum ein stór avbjóðing fyri barnið, tí alt er nýtt og barnið skal fyrihalda seg til nógv nýtt í senn.

Á heimasíðuni skolemælk ber til at lesa meira um skúlabarnið og ymiskt ið er tengt at skúlatíðini.

Foreldur og børn eru altíð vælkomin at venda sær beinleiðis til heilsufrøðingin á skúlanum, um tey hava okkurt at spyrja um ella yvast í.
 

Útskriva skjalið Send skjalið
 


 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300