Kikhosti

Kikhost kann raka øll, bæði vaksin og børn!

Kikhosti

Kikhosti er ein sjúka í andaleiðini, ið er elvd av eini bakteriu. Sjúkan smittar illa og spjaðist beinleiðis við dropaspjaðing frá sjúklingum, ið hosta. Smittan kann verða bæði luftborin dropasmitta, eins og smitta ið verður førd víðari við "sekreti" á t.d. hondunum.

Sjúkan smittar ringast fyrstu tíðina, áðrenn sjúklingurin er farin at hosta í kík. Eftir at eyðkendu hostaherðindini eru byrjaði, minkar smittuvandin líðandi og er av, 6 vikur eftir sjúkubyrjan.

Vaksin, ið hava havt kikhosta sum børn, kunnu væl fáa kikhosta aftur, tó nógv linari og ofta bara við vanligum hosta. Somuleiðis er sjúkan vanliga nógv linari enn annars, hjá størri børnum og vaksnum, ið eru koppsett fyri kikhosta.

Hjá pinkubarninum kann sjúkan gerast sera álvarslig, og ofta er neyðugt við innleggjan á sjúkrahús. Tí er sera týdningarmikið at fyribyrgja, at pinkubarnið verður smitta við kikhosta.

Royndir vísa, at tað ofta eru vaksin og størri børn/systkin, ið bera smittuna inn á smábørnini. Somuleiðis kunna børn/vaksin gerast frískir smittuberar, um tey hava verið í tøttum sambandi við sjúkling við kikhosta. Hesi kunna síðan smitta ikki koppsettu pinkubørnini. Hetta kann t.d. koma fyri, um tilburðir av kikhosta eru á dagstovninum, har størra systkini gongur.

Fyribyrging fyri kikhosta:

Tilmælt verður, at foreldur lata børnini fáa ókeypis koppsetingarnar, sum verða bjóðaðar. Barnið verður vanliga koppsett fyri kikhosta, tá barnið er 3, 5 og 12 mðr., umframt tá barnið er 5 ár. At koppseta er besta fyribyrgingin fyri kikhosta.

Vaksin og børn við krími ella hosta eiga at halda seg vekk frá pinkubørnum. Serliga teimum børnum, sum enn ikki hava fingið tvær koppsetingar fyri kikhosta.

Verður kikhosti staðfestur á einum stovni við børnum undir 1 ár, eiga hesi at verða send heim, uttan so, at tey hava havt kikhosta ella hava fingið í minsta lagið tvær koppsetingar.

Tey sum hava fingið staðfest kikhosta, eiga ikki at hava samband við pinkubørn undir 1 ár, so leingi smittuvandi er.

Har nógv fólk eru samlaði, er lættari hjá pinkubarninum at verða útsett fyri smittuvanda. Ansa tí eftir ikki at fara við pinkubarninum á stað, har nógv fólk eru samlaði í sama rúmi.

Gott hondreinførið fyribyrgir smittu, sum verður førd víðari við kontakt. Vaksin og børn eiga tí altíð, at vaska hendurnar væl, áðrenn tey nerta við lítla barnið.

Hosta somuleiðis ikki í hondina, men inn í albogan í staðin.

  Vegleiðing til foreldur (114,4 KB)
  Soleiðis vaska vit hendurnar væl (1,5 MB)
  Børnevaccinationsprogrammet 2009 (1,2 MB)
  Smitsomme sygdomme hos børn og unge - SST 2011 (2,9 MB)
  Tíðindabræv frá landslæknanum 15. februar 2012 (82,9 KB)
  Forældrevejledning (305,0 KB)
  Parent guidelines (304,2 KB)


 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300