Rúsdrekka

Milford Sound in New Zealand 

Tá ung eru saman í veitslulag, er alsamt meira vanligt at rúsdrekkanýtsla er ein partur av samveruni.

”Sum ungur skalt tú finna teg sjálvan í einum nýggjum kroppi, heilin mennist nógv og harumframt skalt tú finna vinirnar aftur í øllum broytingunum. Hettar setur stór krøv til tín, og tí er tað ein fyrimunur, at tú í skiftinum millum at vera barn og vaksin, fært royndir við at vera saman við øðrum ungum, uttan at vera doyvd/ur av rúsdrekka ella rúsevnum.”

Tá tú ert rúsað/rúsaður ert tú í størri vanda fyri at koma upp at berjast, koma til skaða, drekka ov nógv og/ella fara í song við onkrum sum tú ikki hevði ætlað.

Gigni mælir til, at børn og ung undir 18 ár ikki drekka alkohol.
Og at ung annars drekka minst møguligt.

Góð ráð til ung í samband við Rúsdrekka

Hevur tú hug at drekka?

•    Tað er TÚ, ið avgerð,  um tú skalt drekka ella ikki - ikki vinirnir

•    Nógv drekka ikki og vinirnir góðtaka tað

Velur tú at drekka?

•    Brúka alkohol við skynsemi

•    Drekk spakuliga

•    Drekk veikt, t.d. øl í staðin fyri spiritus

•    Drekk sum minst. Tað er líka stuttligt og uttan keðilig árin

•    Drekk ikki bara alkohol, drekk eisini annað, t.d. nógv vatn

•    Gentur verða skjótari ávirkaðar enn drongir, við somu nøgd av alkohol

Kanningar vísa, at jú fyrr tú byrjar at drekka, jú meira drekkur tú – eisini tá tú gerst eldri.

Hevur tú tørv á, at tosa við onkran um egna nýtslu av rúsdrekka, ella tí rúsdrekkanýtslan í tínum umhvørvið ørkymlar ella órógvar teg, ert tú vælkomin at venda tær til heilsufrøðingin og fáa eitt prát, ráð og vegleiðing.

Tú kanst lesa um rúsdrekka - børn og ung á heimasíðuni hjá

Sundhedsstyrelsen - Alkohol

Klar snak - Ung og alkohol

Netdoktor - Ung og alkohol

Alkohol - Børn og Ung

Set mørk


 

  Fakta um ung og rúsdrekka (32,3 KB)
Í samband við verkætlan hjá SST í 2009 vórðu kunngjørd tøl viðvíkjandi ungum og rúsdrekka


 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300